Vinna

Rentuhækkingar og prísvøkstur hava gjørt fólk meira varin

Eini sethús kostaðu í miðal 2,6 mió. krónur í 2022.

2023-02-12 19:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í Havn kostaðu tey í miðal 3,9 mió. krónur, og í Klaksvík og í Eysturoynni ávíkavist 2,8 og 2,1 mió. krónur.

Miðalprísurin hækkaði 7% í Havn og 11% fyri alt landið í 2022 samanborið við 2021.

Tó so lækkaði miðalprísurin í ávísum økjum í landinum. Í Havn lækkaði prísurin 9% frá 3. til 4. ársfjórðing 2022.

[object Object]

Hækkandi rentur og prísvøkstur hava havt við sær, at fólk eru vorðin meira varin. Hetta sæst aftur í talinum av sethúsasølum, sum í 2022 var tað lægsta í níggju ár.

”Vit hava merkt stóra broyting í útboði og eftirspurningi eftir bústøðum seinastu mánaðirnar. Rentuhækkingarnar hava havt við sær, at fólk eru vorðin meira varin, bæði við at selja og keypa. Hetta merkir samstundis, at prísirnir eru lækkaðir í ávísum pørtum av landinum millum 5-10%, og hann fer væntandi at lækka enn meir í ár.”, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim.

Hækkandi renturnar hava stóra ávirkan á bústaðarbyrðuna

Bústaðarbyrðan lýsir, hvussu stóran part av inntøkuni eftir skatt eitt par við tveimum børnum undir 7 ár skal brúka uppá at gjalda sítt bústaðarlán.

Í Føroyum var bústaðarbyrðan í miðal 25% í 2022. Tað er ein vøkstur á 2% stig samanborið við 2021.

Bústaðarbyrðan í Havn var 37%, sum svarar til ein vøkstur á 3% stig.
Í Klaksvík og í Eysturoynni var bústaðarbyrðan ávikavíst 27 og 20%. Ein vøkstur á 5 og 2% stig.

[object Object]

Bústaðarbyrðan hesa ferð er roknað út frá einari vektaðari miðalrentu fyri hvørt árið. Av tí, at rentuhækkingarnar í 2022 ikki vórðu framdar fyrr enn á heysti, sæst ávirkanin av rentuhækkingunum bara partvíst aftur í bústaðarbyrðuni. Um bústaðarbyrðan varð roknað við rentuni frá desembur, hevði hon verið 43% fyri Havnina og 27% fyri alt landið.

Bústaðarbyrðan í 2022 er tann tyngsta síðan 2006, tá vit byrjaðu at máta hana. Við støði í verandi rentugongd, er sostatt er ikki óhugsandi, at bústaðarbyrðan verður enn tyngri í 2023, tá rentuhækkingarnar síggjast betur aftur í útrokningunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder