Vinna

Reglulig screening og MR-skanningar fyri prostatakrabba kunnu bjarga lívum

Aftursvar til Eirik í Jákupsstovu, løgtingsmann, til hansara atfinningar um Sambandsfloksins ætlan, um at vit í Føroyum fáa í lag skipaða screening av monnum fyri prostatakrabba. Talan er um atfinningar í grein frá 20. juni 2024, undir yvirskriftini “Stór og dýr lyftir um viðgerð frá Bárði Nielsen”

2024-07-04 11:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

 

Eg vil her í stuttum royna at greiða frá, hvussu vit í Sambandsflokkinum hugsa okkum, at screening av monnum yvir 50 ár kann fara fram - eftir, at neyðugt frammanundan nærri granskingar- og útgreiningararbeiðið er gjørt.

Prostatakrabbi er ivaleyst tann mest vanliga krabbasjúka, sum rakar føroyskar menn, kanska einans við undantaki av húðkrabba, er mær greitt frá.

Um vit taka støði i teimum donsku hagtølunum fyri prostatakrabba og samanbera lutfalsliga við føroysk viðurskifti, so eru tað áleið 50 menn í Føroyum, sum fáa staðfest sjúkuna um árið.

Tað kann staðfestast í verandi støðu doyggja 15-16 føroyskir menn um árið av prostatakrabba, og hetta kundi verið munandi minni, um vit í góðari tíð fremja  fyribyrgjandi kanningar.

Um ikki okkurt munagott verður gjørt nú, so fer títtleikin av hesi sjúku at tvífaldast innanfyri tey næstu 20 árini, hvat ið deyðiligheit viðvíkur, um vit brúka sama lutfall - og tað halda vit als ikki er i lagi og tí má handlast nú.

Vit hava tosað um hetta evnið í mong ár í Føroyum - hetta við screening av prostata og er tað bara at frøast um, at vit nú hava fingið ein MR-skannara til okkara heilsuverk, so MR-skanningin fyri prostatakrabba verður gjørd her heima - tað fer bæði at lætta um og bøta um støðuna hjá sjúklingunum og teimum, sum skulu viðgera.

Screeningin skal ikki fremjast óneyðugt og á ein slikan hátt, at flestir menn skulu ganga og óttast fyri og føla seg sjúkan - tað er ikki ætlanin. Men málið er at fáa útvalt teir, sum hava tørv á at verða fylgdir víðari fyri at fyribyrgja og um neyðugt viðgera.

Tað er ikki í læknahøpi tilmælt at gera screening av prostata einans grundað á eina PSA-blóðroynd einsamalt.

Vit vita, at seinastu árini eru lond byrja at fremja screeningkanningar fyri prostatakrabba, og MR-skanning av prostata, sum part av diagnostikkinum, og mann hevur í hyggju at fáa hesar generelt tilmæltar umvegis sonevnda EU- vegleiðingina fyri urologi.

Okkara ætlan er, at fyrsta stigið skal verða ein vísindalig útgreinað ætlan, sum síðani skal verða grundarlagið undir víðari fyribyrging, har  MR-screeningin er ein partur.

Ein PhD-verkætlan til hetta endamálið vil kosta umleið 2,5-3,0 mió. kr. og kann fíggjast partvís av granskingarpengum og øðrum instansum, sum eru áhugaðir at vita meira um prostatakrabba.

Tað eru áleið 6.500 mans í Føroyum millum 50-65 ár og ein blóðroynd einaferð um árið vil kosta umleið 150 kr., og siga vit, at av hesum 6.500 verða 10% sendir til MR-kanning, so kosta tær umleið 2.500 kr. pr. stk., t.v.s 2,5-2,7 mió. kr. um árið, men ivaleyst minni.

So um vit á hendan hátt kunnu fyribyrgja og bjarga mannalívum, so er hetta sera bíligt í mun til tær eventuellu sjúkraviðgerðirnar og at missa mannalív.

Tí halda vit øvugt av, hvat landsstýriskvinnan og hennara fólk meta, og at hetta eigur at verða sett í verk ongantíð ov skjótt. Tað er lætt at skipa, tí Føroyar er eitt litið og sera gjøgnumskygt samfelag, sum hevur eina  væl greinaða og støðuga genetiska samanseting. Tí er ein vísindalig greining umráðandi at fáa setta í verk, har tey verða funnin at verða í vandabólki, verða hildin neyvt eyga við og tey, sum ikki eru í vandabólki, ikki hava fyri neyðini somu uppfylging.

Hetta arbeiðið eigur at verða gjørt sum ein PhD-verkætlan saman við okkara Universitetssjúkrahúsi/ Fróðskaparsetrinum, og verður av fakfólki tilmælt, at hendan verður skipað soleiðis:

  • Føroyskir menn frá 50-ára aldri fáa tilboð um at taka PSA-blóðroynd, umframt eitt nágreinað panel av prostata-relateraðum gen-analysum, sum skulu brúkast víðari fyri at greina støðuna hjá hvørjum einkultum manni


  • Síðan verður PSA-blóðroynd tikin við einum ávísum títtleika, til menninir eru 65-ára aldur og um PSA er minni enn 1,0 µ/ml, tá menninir eru 65, verða teir avsluttaðir


  • Hinvegin, um  PSA-talið vísir seg at verða omanfyri 3,0 µ/ml, so skulu hesir fáa í boði eina nágreiniliga MR-skanning av prostata


  • Teir menn, har tað vísir seg at vera arvaligir tilburður av prostatakrabba í familjuni, verða screenaðir við størri títtleika

Vit vilja hava hesa ætlan setta i verk og harvið tryggja, at deyðiligheitin av prostatakrabba kann minka munandi, heilt niður í 50% ella meira, við at screena.

Fyrimunir við MR-skanning av prostata

MR-skanning av prostata hevur tann fyrimun, at sensitiviteturin er omanfyri 97% og kann harvið útihýsa ella staðfesta prostatakrabba. T.v.s. at ein maður, ið hevur normala MR-skanning, kann føla seg vísan í, at hann ikki hevur sjúkuna. Eisini er tað tann fyrimunurin, at MR- skanning ikki sær prostatakrabba, sum ikki tørvar viðgerð. Á læknafakligum málið verður her tosað um, at prostatakrabbi bara sær sonevndan Gleason 7-10 prostatakrabba og ikki Gleason 6.

Av monnum, ið hava høgt PSA, vísur ein MR-skanning illgrunasom øki í umleið 40% av tilburðunum. Hjá hesum er tað sostatt neyðugt at gera eina ella nakrar heilt fáar vevnaðarroyndir (biopsi).

Eitt slík screeningarætlan vil kunna staðfesta prostatakrabba á einum stadie, har viðgerð verður givin straks og mann umgongst trupla sjúkralegu og varandi mein ella í ringasta føri, deyða.

Hetta málið um screnning av monnum fyri prostatakrabba, snýr seg fyrst og fremst um fyribyrging, og tað í sær sjálvum, er ikki bara umráðandi innan hetta økið, men á mongum øðrum økjum eisini. Men byrjast má eitt stað, og her halda vit, at setast skal inn.

Meira um tað nýggjasta og gransking innan MR-skanningar til diagnostisering av prostatakrabba, kann lesast m.a. her:


Organiseret screening for prostatakræft - hvad sker der i Europa?


Holder en MR-scanning, hvad den lover?


Johan Dahl


løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder