Mentan

Regin er helst yngsti hagamaður í landinum

Regin Dahl Lauritsen avloysir Marius Joensen

Regin Dahl Lauritsen og Marius Joensen

Regin Dahl Lauritsen og Marius Joensen

2025-03-27 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mánakvøldið hevði Oyragjáarhagi hagafund. Á fundinum var m.a. eisini val av hagamanni, nú 79-ára gamli Marius Joensen hevur valt at takka fyri seg. Marius Joensen hevur verið hagamaður í 43 ár.

Fyri Marius var valdur 21-ára gamli Regin Dahl Lauritsen, sum helst er yngsti hagamaður í landinum. 

Regin sigur, at hann altíð hevur havt nógvan áhugað fyri seyðarhald og landbrúki. Eg havi gingi alt mítt lív upp í seyð, og eg eri sera glaður fyri álitið eigarnir hava víst mær við at stilla meg upp, og at eg seti sera stóran prís uppá tað teir velja unga kreftir.

Oyragjáarhagi hevur 190 áseyðir, og er hagin 4 merkur og 12 skinn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder