Vinna

Realkredittskuldin hjá húsarhaldunum er 4 mia. kr.

Donsk realkredittlán hava verið bjóðað føroyskum húsarhaldum síðani 2006. Í 2006 var skuldin hjá føroyingum í donskum realkredittstovnum áleið 150 mió. kr. tilsamans. Í oktober 2022 var støddin á realkredittlánunum 4 mia. kr.

2022-12-30 14:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Mynd 1 vísir stødd av skuld hjá føroyskum privatkundum í ávikavist føroyskum bankum og donskum realkredittstovnum frá 2000 til 2021. Í ár 2000 var samlaða skuldin til føroyskar bankar nærum 4,8 mia.kr. og í 2021 var henda upphæddin umleið 9,2 mia. kr. Lánsveitingin úr føroysku bankunum er sostatt nærum tvífaldað seinastu 20 árini. Donsk realkredittlán hava verið bjóðað føroyskum húsarhaldum síðani 2006. Í 2006 var skuldin hjá føroyingum í donskum realkredittstovnum áleið 150 mió. kr. tilsamans. Í 2021 var støddin á realkredittlánunum 3,6 mia. kr., sum síðani er vaksin enn meir og er á leið 4 mia. kr. í oktober 2022.

Mynd 2 niðanfyri vísir talið av realkredittlánum býtt eftir stødd av láni. Í 2006 høvdu føroyskir kundar tilsamans 169 realkredittlán, og hetta talið er hækkað til 2.680 í 2021.

Í 2021 vóru 1.044 realkredittlán undir 1 mió. kr., meðan 1.087 realkredittlán høvdu eina stødd millum 1 og 2 mió. kr. Skuld í realkredittstovnum millum 2 og 3 mió. kr. vóru 463 tilsamans í 2021, og harafturat vóru 86 realkredittlán á eini stødd hægri enn 3 mió. kr. Í 2011 vóru tað til samanbering einans 5 realkredittlán sum vóru omanfyri 3 mió. kr. Hetta skal síggjast í ljósinum av, at bústaðarprísirnir í Føroyum er øktur nógv seinastu árini.   

Mynd 1. Skuld hjá føroyskum kundum 2000-2021

Kelda: Landsbanki Føroya. Viðm.: Húsarhald (einstaklingar).

Mynd 2 Tal av realkreditlánum

Kelda: Landsbanki Føroya. Viðm.: Húsarhald (einstaklingar).

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 3. ársfjórðingi 2022 her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder