Vinna

RAN-netið til reiðar til 5G

Farnet: Við fyrimyndarligum samstarvi og góðum treysti er fyrsti partur í arbeiðnum at byggja nýtt farnet liðugur. Nú eru allar sendistøðirnar til reiðar til 5G, og næst á skránni er kjarnutøknin.

2022-11-08 17:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygardagin 5. november varð týðandi stig tikið á leiðini at byggja nýtt farnet við 5G. Tá varð síðsta Huawei-sendistøðin skift út, og harvið er arbeiðið at leggja um til Ericsson á RAN-netinum liðugt.  

RAN-netið eru sendistøðirnar, sum veita dekning á landi og sjógvi. Arbeiðið hevur gingið væl, men inntrivið hevur verið stórt, og tað hava viðskiftafólk merkt, ásannar Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti.  

“Vit hava lagt dent á at órógva sum minst, men tað hevur verið torført at fyribyrgt svikaligum sambandi í einum ella fleiri økjum. Vit eru so statt sera fegin um, at viðskiftafólk hava sýnt tol og umbæri við okkum”.   

Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti

Gott og væl 165 sendistøðir eru skiftar út, og fleiri enn 30 nýggjar mastrar eru settar upp. RAN-netið skal nú neyvstillast samtíðis við, at annar partur av verkætlanini, sum er at leggja um til Ericsson í kjarnutøknini, fer av bakkastokki. 

Eftir ætlan stendur nýggja farnetið liðugt í fyrsta ársfjórðingi 2023, og tá verður 5G tendrað til frama viðskiftafólkum hjá bæði Føroya Tele og Nema, sum hava gjørt avtalu um at samstarva um RAN-netið. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder