Í 1976, kom Niels Olgar Joensen, sonur Finn, uppí fyritøkuna, eftir at hava koyrt í ferium síðani 1973.
Niels hevur trúðliga fyngist við alla hesa koyring. Í 2011 seldi hann lastbilarnar og hevði so bussar og vallarheim eftir. Í 2016 seldi hann vallaraheimið og fór tá bert at hugsavna seg um busskoyring.
Tíðin gongur, og Niels yngist ikki, hann ynskjur at hava betri stundir til ymisk, sum busskoyringin ikki ordliga loyvur honum. Niels hevur leingi havt ein dreym um at ferðast meira og hugsaði um at selja longu fyri 3 árum síðani. Men nú er so tíðin komin. Samráðingar hava verið við eini hjún í Miðvági, og eru hesar samráðingar nú blivnar til eina endaliga sølu.
Niels kemur tó at hava 1 buss eftur sjálvur, til skúlakoyringina í Vága kommunu.
Tí frá 1 Oktobur yvirtaka Ragnar og Joan Edvør Jacobsen fyritøkuna og kemur felagið framyvir at eita “Sp/f Giljanes Bussar”
Felagið kemur framvegis at koyra við sínum eyðkendu farvu á bussunum, Gulir við reyðumstrípum. Harafturat fer GRØNI eisini at koyra víðari. Nýggju eigarnir gleða seg til at byrja uppá virksemi. Eisini vil “Sp/f Giljanes Bussar takka Niels Olgar Joensen fyri hendan møguleikan.
Við hesum ynskja vit at hava eitt framhaldandi gott samstarv við kundarnar, sum eisini brúktu gomlu fyritøkuna, og nýggir kundar eru vælkomnir.
Enn sum áður ber til at ringja +298 21 98 99 ella skriva á [email protected] , so fært tú fatur á okkum, og vilja vit leggja okkum eftur at veita júst tær eina góða tænastu
Sp/f Giljanes Bussar
Ragnar og Joan Edvør
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald