Vinna

Rættleiðing til innslag í Degi og Viku um námsvinnu á havsins botni

.

2024-03-27 13:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Í Degi og Viku týskvøldið 26. mars varð m.a. sagt, at Føroyar hava, saman við Danmark, tikið undir við, at eingin námsvinna fyribils skal vera á havsins botni, sjálvt um prógv er fyri, at virðismikil málmur er í føroyskum øki.

Harvið varð lagt til grund, at Føroyar hava tikið avgerð um ikki at gera neyðugar forkanningar í sambandi við at leita eftir, við tí í hyggju at loyva, námsvinnu á landgrunni Føroya. Hetta er ikki so.

Rætt er, at Føroyar hava tikið undir við, at eingin námsvinna enn skal vera á havsins botni í økjum uttan fyri løgdømi hjá strandarlondum, fyrrenn altjóða havbotnsmyndugleikin (ISA) hevur gjørt til neyðugt regluverk. Ráevni uttan fyri løgdømi eru nevniliga ogn hjá mannaættini og verður umsitið av International Seabed Authority.

Føroyar hava tó ikki tikið undir við, at eingin námsvinna skal vera á landgrunni Føroya.

Uttanríkis- & vinnumálaráðið fer, saman við avvarðandi stovnum, í næstum undir at fyrireika neyðugar kanningar, sum gerast partur av grundarlagnum, tá ið ein møgulig avgerð skal takast um at loyva leiting eftir steinsløgum á landgrunni Føroya í økinum norðan fyri Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder