Vinna

Rætting til grein í Frihedsbrevet um lønir hjá Atlantic Airways

Í grein frá 8. juli viðger Frihedsbrevet sáttmálalønirnar hjá flogternum. Greinin er tó grundað á skeiv tøl og er tískil ikki eftirfarandi.

2024-07-15 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vinnuhúsið: Mánadagin 8. juli skrivar Frihedsbrevet, at lønirnar hjá flogternum hjá Atlantic Airways eru tær lægstu sáttmálatryggjaðu lønirnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Sagt verður, at byrjanargrundlønin hjá flogternum er 21.491 kr. um mánaðin.

Hetta er ikki í tráð við veruleikan. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt Frihedsbrevet varugan við feilir í greinini, eitt nú hvør rætta grundlønin hjá flogternum er. Hóast ein lítil broyting er gjørd í greinini eftirfylgjandi, so eru framvegis feilir í upplýstu lønum og samanbering av lønum á privata arbeiðsmarknaðinum. Tí eru vit noydd at koma við hesi rættleiðing.

Niðanfyri verður greitt frá ymsum viðurskiftum, sum ikki eru røtt í greinini.


Grundlønin hjá flogternum
Byrjanarlønin á lægsta stigi hjá flogternum fyri 2023 er í miðal 24.116 kr. og ikki 21.491 kr., sum Frihedsbrevet skrivar.

Feilurin er, at upplýsta lønin á 21.491 kr. er bert ein partur av samlaðu grundlønini hjá flogternum. Grundlønin er samansett av lønini í lønartalvuni og eini viðbót fyri blokktímar, t.e. løn fyri hvønn tíma flogternur eru á flog.

Lønartalvan hjá flogternum er øðrvísi sett upp enn flestu aðrar lønartalvur, tí grundlønin er samansett av eini fastari løn og viðbót fyri blokktímar, sum verða stýrdar av, hvussu nógvar tímar flogið verður. Ikki at taka hesar viðbøtur fyri blokktímar við er misvísandi, tí tær eru partur av grundlønini. Um blokktímar ikki vóru í sáttmálanum, so hevði lønin í lønartalvuni verið tað hægri.

Í greinini verður sagt, at flogternur fáa 38,61 kr. um tíman fyri blokktímar. Men miðaltalið av hesi viðbót verður ikki tikið við í samlaðu grundlønina og samanberingaryvirlitið. Hetta er beinleiðis skeivt.

Blokktímar eru í miðal 2.625 kr. til 3.377 kr. um mánaðin, alt eftir um talan er um flogternur ella kabinuleiðarar. Tað merkir, at lønin hjá flogternum á lægsta lønartrini fara frá  21.491 kr. til eina løn uppá 24.116 kr.

Umframt grundlønina fáa flogternur eisini 15% í eftirløn.

Rætta samanberingargrundarlag
Frihedsbrevet samanber eisini lønir hjá Flogternum við aðrar lønir á privata arbeiðsmarknaðinum. Tá slík samanbering verður gjørd er umráðandi, at samanberingin antin er við ella uttan lønarhækking hjá øllum starvsbólkum í inniverandi samanberingarári. Hetta er ikki gjørt í greinini.

Tað merkir, at lønin fyri teir starvsbólkar, sum flogternur verða samanbornar við, hava fingið lønarhækking í 2024. Lønarhækkingin hjá Súluni, sum er fakfelagið hjá flogternum, kemur 1. novembur í 2024. Í yvirlitinum hjá Frihedsbrevet hava øll feløgini, undantikið Súlan og Føroysk Miðlafólk, fingið eina lønarhækkan á 4,04% í 2024. Hetta svarar til knappar 1.000 kr. um mánaðin fyri flogternur.

Hetta eigur eisini at verða tikið við í lønina hjá flogternum, um hon skal samanberast við aðrar starvsbólkar, sum hava fingið lønarhækking í 2024.

Antin eigur lønin á 24.116 kr. at verða samanborin við lønir hjá øðrum starvsbólkum uttan lønarhækking í 2024, ella eigur minstalønin hjá Súluni at hækka við uml. 1.000 kr. Um tað verður gjørt, so er minstalønin hjá flogternunum góðar 25.000 kr., og tað er ein løn, sum er hægri enn tann hægsta lønin, sum er nevnd í yvirlitinum hjá Frihedsbrevet.

Gjøgnum samráðingar við Súluna hava partarnir valt at deila lønarpartarnar sundur til eina fasta upphædd umframt viðbøtir fyri tímar, sum flogið verður. Hetta er alt partur av grundlønini hjá flogternum.

Tí er hvørki rætt at siga, at flogternur hava tí lægstu sáttmálatryggjaðu lønina ella at flogternur eru millum sjey av teimum lægstu 20 sáttmálatryggjaðu lønunum, sum tað verður skrivað í greinini hjá Frihedsbrevet.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder