Vinna

Ráðstevna um tilfeingisgjald

Ætlanin við hesi ráðstevnu er at varpa búskaparfakligt ljós á verandi skipanir, ið uppkrevja tilfeingisrentu í Føroyum, bæði tá tað kemur til tilfeingisgjøld frá fiskivinnuni og tøkugjøld frá alivinnuni.

2023-03-09 15:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Ráðstevna um tilfeingisgjald

Fríggjadagin 17. mars frá klokkan 08:30 til 16:00 skipar Búskaparráðið fyri ráðstevnu um tilfeingisrentu og tilfeingisgjøld í føroysku fiski- og alivinnuni í Løkshøll. Fyrrapart verður alivinnann lýst og seinnapart fiskivinnan.

Í nógv ár hevur kjak verið um tilfeingisrentu og uppkrevjingina av hesi til felagskassan. Ætlanin við hesi ráðstevnu er at varpa búskaparfakligt ljós á verandi skipanir, ið uppkrevja tilfeingisrentu í Føroyum, bæði tá tað kemur til tilfeingisgjøld frá fiskivinnuni og tøkugjøld frá alivinnuni. Eisini fara umboð úr Noregi og Íslandi at greiða frá skipanum í teirra londum umframt at koma við fakligum boðum uppá, hvussu føroysku skipanirnar kunnu betrast. Umframt framløgur frá serfrøðingum verður eisini kjak, har ætlanin er at fáa lýst fyrimunir og vansar við ymisku skipanunum og fáa nøkur boð uppá, hvussu skipaninar kunnu gerast betri. Yvirskipaða endamálið við tillagingum er samfelagsbúskaparligur effektivitetur og varandi burðardyggur vøkstur í búskapinum.

Tilmelding fer fram á [email protected]. Seinasta freist at tekna seg er mikudagin 15. mars. 

Skrá fyrrapart:

Alivinna:

  • Vælkomin – Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum
  • Hvussu er skipanin við tilfeingisgjaldi í dag – Ragnfríð Anthoniussen, fúlltrúi, Umhvørvis- og Vinnumálaráðið
  • Salmon farming around the globe – Dynamics in Production, Sales, Pricing, Earnings and Investments – Ragnar Nystøyl, høvuðsgreinari, Kontali
  • Resource rent taxation in Norway (Naturressourser og skatt i Norge) – Karen Helene Ulltveit-Moe, professari í búskaparfrøði, UiO (Universitetið í Oslo) og forkvinna fyri nýskipanarnevndini fyri tilfeingisgjald av laksaaling í Noreg
  • Profits and rents in Norwegian salmon aquaculture – Bård Misund, professari í búskaparfrøði, UiS (Universitetið í Stavanger)
  • (Einki heiti enn) – Audun Wickstrand Iversen, íløgurøktari í Den Norske Bank (DNB)
  • Kjak: Hvussu kunnu vit gera gjaldsskipanina í alivinnuni betri? – Pallborðskjak 
  • Samanumtøka – Johnny í Grótinum, limur í Búskaparráðnum

Døgurði

Skrá seinnapart:

Fiskivinna:

  • Hvussu er skipanin við tilfeingisgjaldi í dag – Djóni Højgaard, fulltrúi, Fíggjarmálaráðið
  • Demersal and pelagic fisheries in Norway – some issues – Ola Flåten, professari í tilfeingisbúskapi, emeritus, UiT (Arctic University of Norway)
  • Taxing the fisheries; experience from Iceland – Birgir Þór Runólfsson, Assosiate Professor, HÍ (Háskóli Íslands)
  • Kjak: Hvussu  kunnu vit gera gjaldsskipanina í fiskivinnuni betri - Pallboðskjak
  • Samanumtøka – Johnny í Grótinum, limur í Búskaparráðnum
  • Endi – Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder