2023-08-29 17:11

Mánadagin 28. august var móttøka á Sendistovu Føroya í Reykjavík í samband við at sendifólkaskifti fór fram. Frá 1. september verður Hanna í Horni sendikvinna, meðan Halla Nolsøe Poulsen takkar fyri seg fyri at taka við sum stjóri í NORA. Fitt av fólki høvdu leitað sær inn á gólvið, harímillum altingslimir, ráðharrar, sendifólk og vinir hjá sendistovuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald