Vinna

Ráðgeving um setanarviðurskifti - eftirløn

Limir í Føroya Arbeiðsgevarafelagi kunnu fáa ráðgeving um setanarviðurskifti av ymiskum slag. Í hesum stubba verður greitt eitt sindur frá um eftirløn. Tað ber til hjá limum at fáa meira kunning á heimasíðuni, og við at venda sær til Vinnuhúsið.

2023-02-13 12:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Munur er ímillum lógarásetta gjaldið og sáttmálaásetta gjaldið til eftirløn. Lógarásetta gjaldið til eftirløn er pr. 1. januar 2023 9% meðan sáttmálaásetta eftirlønargjaldiðkann verða ymiskt, alt eftir hvør sáttmáli er galdandi.


Sáttmálaásetta gjaldið til eftirløn:

Í sáttmálunum millum arbeiðsgevarafeløg og fakfeløg eru avtalað eftirlønargjøld. Eftirlønargjaldið verður roknað sum prosent av antin lønini ella av grundlønini, alt eftir hvør sáttmáli er galdandi, tó ikki av frítíðarløn. Fyri arbeiðarasáttmálarnar, handverkarasáttmálan og sáttmálan við Samverk, verður eftirlønarprosentið roknað av allari a-inntøku, frítíðarlønin undantikin. Tó ber til at avtala í setanarpróvnum, at løn omanfyri sáttmálaásettu lønina, ikki er eftirlønargevandi. Les meira um sáttmálaásetta gjaldið til eftirløn á heimasíðu okkara her.

Hav í huga, at eftirløn í kollektivum sáttmálum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag liggur omanafyri lógarásetta eftirlønargjaldið. Tí fylgja arbeiðsgevarar minimumsásetingunum í eftirlønarlógini við at rinda eftirløn av lønini í kollektivu sáttmálum okkara.


Lógarásetta gjaldið til eftirløn:
Lógarásetta gjaldið til eftirløn verður roknað av løn og frítíðarløn. Tað lógarásetta eftirlønargjaldið inngongur tó í eitt møguligt sáttmálaásett eftirlønargjald. Enn er sáttmálaásetta eftirlønargjaldið  hægri enn tað lógarásetta.

Tey, sum eru fevnd av sáttmála millum fakfelag og arbeiðsgevarafelag, liggja omanfyri minsta markið, eisini hóast eftirlønargjaldið einans verður roknað av lønini. Tað merkir sostatt, at um sáttmálaásetta gjaldið verður flutt, so er lógin eisini uppfylt.

Løntakarar, sum ikki eru fevndir av einum sáttmála millum fakfelag og arbeiðsgevarafelag
Tað eru tó eisini løntakarar, sum ikki eru fevndir av einum sáttmála millum fakfelag og arbeiðsgevarafelag. Her má arbeiðsgevarin tryggja, at eftirlønargjaldið til løntakaran í minsta lagið samsvarar við lógarásetta eftirlønargjaldið roknað av løn og frítíðarløn, um hesir løntakarar liggja uttanfyri hesar sáttmálar.


Frítøka fyri at rinda eftirløn til eina føroyska eftirlønarskipan
Í summum førum kunnu løntakarar verða undantiknir frá fyri at rinda eftirløn. Eftirlønargjaldið til hesar starvsbólkar skal tá ístaðin gjaldast sum vanlig løn. Á heimasíðu okkara ber til at lesa meira um, hvussu arbeiðsgevarin skal umrokna eftirlønina til løn. Sí dømi her.  

Limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag kunnu seta seg í samband við okkum fyri at fáa ráðgeving um setanarviðurskifti. Eisini hava limir atgongd til nógv tilfar um setanarviðurskifti á heimasíðu okkara

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder