Tað er ofta trupult hjá byggiharrum at góðtaka, at verkætlanir hava ein váða. Tá talan er um landsstýrisfólk ella onnur almenn ábyrgdarfólk, er skjótt at standa fyri skotum. So verður alt møguligt roynt fyri at sleppa undan at standa til svars.
Tað heldur Árni Winther, arkitektur, sum hevur fleiri áratíggju á baki í føroysku byggivinnuni.
Eftir hansara tykki gongur alt ov nógv út upp á at gardera seg í byggivinnuni. Hetta gevur m.a. fleiri heildarveitingar, fløktar verkætlanarskipanir og stirvnar byggiskráir.
Les alla samrøðuna við Árna Winther, arkitekt, í nýggjasta Ráðgevarablaðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald