Í farnu viku var Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, á vitjan í Japan, og á heysti í fjør vitjaði hann í Kina. Slíkar vitjanir eru ein neyðugur liður í arbeiðinum at vinna Føroyum betri marknaðaratgongd.
Saman við Suðurkorea eru Kina og Japan lond, sum føroyskar útflutningsfyritøkur vísa á sum serliga áhugaverdir marknaðir í Asia fyri okkara fiskavørur. Hetta er aftur staðfest í nýggjari kanning, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag júst hevur almannakunngjørt. (Les kanningina her)
Politiskar vitjanir kunnu tó ikki standa einsamallar, men mugu fylgjast upp av einum áhaldandi arbeiði at skapa samband við skipanirnar í teimum londum, sum vit velja at raðfesta. Og vit mugu vera klár at handla skjótt, um onkur hurð verður gloppað fyri samstarvi, so vit kunnu fáa veruliga framdrift í málið.
Fyrr í ár vóru føroysk embætisfólk á vitjan í Brasil, og tað hevur óivað verið viðvirkandi til, at brasilskir matvørumyndugleikar endiliga komu á vitjan í Føroyum nú í juni, eftir at arbeitt hevur verið við málinum í meira enn 10 ár. Hetta er eitt dømi um, at tað kann bera til, um vit seta neyðugu orkuna av til at arbeiða miðvíst við teimum marknaðum, sum vit velja at raðfesta.
Føroyar eru eitt av teimum fáu londunum, sum hevur valt at standa uttanfyri allar teir handilsfelagsskapir, sum flest onnur lond eru partur av. Men tað valið gevur samstundis eina serliga ábyrgd fyri at seta nóg mikið av orku av til at betra um marknaðaratgongdina.
Og tørvurin er stórur. Vit munnu vera millum tey londini í heiminum, ið sum heild hava vánaligastu marknaðaratgongdina til alheims marknaðirnar.
Í mun til so nógv onnur mál, sum nógv orka verður løgd í á uttanríkispolitiska økinum, eru heilt ítøkiligir fyrimunir við at vinna Føroyum betri marknaðaratgongd. Kunnu vit t.d. eins og fleiri av okkara kappingarneytum sleppa undan tolli á laksi og uppisjóvarfiski til Suðurkorea, Kina, Japan ella India, fáa vit ein møguleika at økja um okkara inntøkur og okkara vælferð.
Á sama hátt eru eisini ítøkiligur fyrimunir við at fáa fleiri tvískattasáttmálar í lag, sum kunnu gera føroyskar tænastuveitarar kappingførar við kappingarneytar í øðrum londum. Hetta er serliga eyðsýnt í sjóvinnuni, har vantandi tvískattasáttmálar eru ein ítøkilig forðing. Tvískattasáttmálar koma tó heldur ikki av sær sjálvum, men krevja eitt beinarbeiði frá politikarum og embætisfólki.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at umraðfesta, so meira orku verður nýtt til at arbeiða við at betra marknaðaratgongdina. Tað kann bara ganga ov seint.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald