Politikkur

Quo Vadis, Domine

Yvirskriftin er tikin úr apokryfiska bævi Pæturs, og hon sigur frá møti teirra, Jesusar og Pæturs, uttanfyri Róm. Pætur flýddi undan teimum ræðuligu lýðingum, sum tey kristnu í Róm upplivdu, men á vegnum Appia sigst ápostulin hava møtt Jesusi berandi kross á herðum. Tá skal Pætur hava orðað spurningin: ”Quo Vadis Domine”, sum merkir: hvar fert tú, Harri. Svar Frelsarans var einfalt og rámandi: ”eg eri á veg til Róm at verða krossfestur aftur”.

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2025-10-17 13:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Gripin av svari Jesusar fór Pætur innaftur í Róm og møtti har blóðvitnisdeyða sínum saman við einum ótali av samtrúgvandi.

Lítisvird mannarættindi.

Seinastu 15 árini eru kristin í hundraðtúsundatali miskunnarleyst dripin í Nigeria vegna teirra trúgv. Smágentur í túsundatali verða burturfluttar og tvingsilsgiftar, og dagliga verða kirkjur og samkomuhús løgd í oyði, vanliga vð at eldur verður festur í. Tíverri er Nigeria bert eitt av mongum, mongum dømum, har menniskju dagliga verða atsøkt og dripin fyri trúðar sakir.

Í ár væntast talið av deyðadómsdrápum í Ameriku at seta met. Mett verður, at talið kann tátta í stórhundrað, tá árið er runnið. Og hetta hendir, uttan at fleiri enn tey fáu vísa á, at dagatal menniskjan ikki er latið í hendur manna at gera av. Og hetta hendir í einum landi, har stórur partur av íbúgvunum siga seg hava samband við Hann, sum Pætur samskifti við á Via Appia.

Vegirnir í Gaza, sum til fyri fáum døgum síðani vóru ótryggir fyri flestu av hart royndu íbúgvunum at vera á, verða í dag brúktir til avrættingar av íbúgvum, sum verða illtonktir fyri at hoyra til aðrar bólkar enn teir, sum beint nú halda seg hava valdið í økinum. Eirindarleyst verða hesi bakbundin og skotin, meðan mannamúgvur, nøkur teirra óivað av berum ótta, standa og fagna ógerðunum.

Støðan heima hjá okkum.

Heima hjá okkum, í vøkru og frælsu Føroyum, kenna vit okkum trygg fyri slíkum, sum omanfyri er greitt frá- tó ikki ófødda barnið. Verjuleyst og ósekt verður tað, í tí, sum skuldi verið tryggasta stað heimsins, lívmóður mammunar, hótt eftir lívi sínum. Hótt av nøkrum politikarum, sum heldur enn at gera tað, teir eru valdir til, at veita øllum treingjandi íroknað mammum, pápum og foreldrum barnsins trygg og nøktandi lívskor, lata sjálvsøkni vinna og sleppa barni, kvinnum og pápum upp á fjall.

Hvat hevði Meistarin svarað?

Hvat hevði Meistarin svarað, um Hann í dag varð spurdur um viðferðina, sum menniskjan, krúnan á skaparverki Hansara, upplivir í Nigeria, Amerika, Gaza- og tíverri mongum øðrum londum?

Hvat hevði Meistarin svarað, um Hann varð spurdur um ágangin móti óføddu børnum Hansara, ikki bert í Føroyum, men um meginpartin av heiminum?

Jenis av Rana

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder