Mentan

Prógvhandan – føroyskt sum annaðmál

Í farnu viku fingu 23 tilflytarar í trimum flokkum lokið prógv í føroyskum sum annaðmál á Tórshavnar Kvøldskúla. Í hesum sambandi varð skipað fyri hugnaligari samkomu fyri næmingum og avvarðandi.

2022-12-21 09:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tórshavnar Kommuna skrivar:

Jógvan Sørin Hansen, skúlaleiðari, segði nøkur orð og handaði næmingunum prógvið. Talan er um næmingar á øllum trimum stigum, føroyskt sum annaðmál 1, 2 og 3.

Fýra næmingar hava hesaferð staðið tvær royndir.

Undirvísarar hava verið Petra Gregersen, Jóna Kristin Thomsen, Vár Hansen og Petra Olsen.

Tórshavnar Kvøldskúli ger nógv burtur úr at skipa fyri undirvísing í føroyskum fyri tilflytarar - føroyskt sum annaðmál. Tað hevur týdning, heldur Kvøldskúlin, tí málið er lykilin til samfelagið.

Undirvísingin heldur fram í komandi ári, og longu nú ber til at tekna seg til skeiðini (skeið 800) á heimasíðu Kvøldskúlans.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder