Vinna

Prísvøksturin er nú 3,0 prosent

Prísvøksturin heldur fram, og prísirnir eru hækkaðir 3,0 prosent frá mai í 2023 til mai í 2024. Útreiðslur til býli, sum rentur og prísur á brenniolju, ávirka prísvøksturin mest. Matvøruprísirnir hækka framvegis, men við lægri ferð enn teir hava gjørt seinastu tvey árini.

2024-07-08 13:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri inflatiónina í Føroyum. Nýggjasta uppgerðin er fyri maimánað í 2024.


Prísvøksturin heldur fram, og nú hækka prísirnir við hægri ferð, enn teir hava gjørt í seinastu tveimum uppgerðunum undan hesari. Árligi prísvøksturin var 2,6 prosent í februar í 2024 og 2,8 prosent í november í 2023.


Býlisútreiðslurnar størst prísvøkstur seinasta árið

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Størstur prísvøkstur er í bólkinum 'býli'. Tað eru rentuhækkingarnar og hægri oljuprísur, sum geva størst íkast til prísvøksturin hesaferð. Prísurin á 'húsbúnaði og húshaldsútgerð' stendur í stað. Prísvøksturin á 'klædnavørum og fótbúnaði' er minni enn eitt prosent.

Brúkaraprístalið skift á 12 høvuðsbólkar

mai 2023 – mai 2024


maimunur

20232024vísital%





Brúkaraprístalið139,5143,74,23,0
01 Matur og drykkjuvørur157,2162,35,13,2
02 Rúsdrekka og tubbak159,0163,54,52,8
03 Klædnavørur og fótbúnaður106,9107,70,80,7
04 Býli142,7155,813,19,2
05 Húsbúnaður og húshaldsútgerð106,1106,20,10,1
06 Heilsa126,2127,31,00,8
07 Flutningur147,5152,95,43,7
08 Samskifti93,193,0-0,1-0,1
09 Frítíð og mentan125,0125,30,30,2
10 Útbúgving123,8129,55,74,6
11 Hotel og matveitarar170,3165,9-4,4-2,6
12 Ymiskar vørur og tænastur154,9156,31,40,9





Kelda:Hagstova Føroya

Matur og drykkjuvørur dýrka framvegis

Av teimum 12 høvuðsbólkunum í brúkaraprístalinum telja 'matur og drykkjuvørur' mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi.

Matvøruprísirnir hækka framvegis, tó minni enn teir hava gjørt seinastu tvey árini. Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir stívliga trý prosent í mai 2024 samanborið við sama mánað árið fyri.


Tá hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at tað serliga eru fiskur, kjøt og frukt, ið eru vorðin dýrari. Prísvøksturin á kjøti er góð seks prosent. Av kjøtvørum er tað serliga prísurin á svínakjøti og lambskjøti, sum er hækkaður. Prísirnir á epli og vørum virkaðar úr eplum eru somuleiðis hækkaðir. Prísurin á sjokulátu og góðgæti er hækkaður enn meira — vøksturin er næstan sjey prosent. Prísvøksturin á øðrum søtum vørum, sum kakao, djús og sodavatn hevur eisini verið stórur seinasta árið.  

Vísital og prísbroyting á mati og drykkjuvørum

mai 2023 – mai 2024


maimunur

20232024vísital%





01 Matur og drykkjuvørur157,2162,35,13,2
01.1 Matur157,7163,25,53,5
01.1.1 breyð og kornvørur173,2178,15,02,9
01.1.2 kjøt159,1169,09,96,2
01.1.3 fiskur148,1155,67,65,1
01.1.4 mjólk, ostur og egg159,2160,61,40,9
01.1.5 oljur og fitievni216,8219,42,61,2
01.1.6 frukt136,4142,66,24,5
01.1.7 grønmeti155,2157,82,61,7
01.1.8 sukur, sjokoláta, góðgæti o.l.145,6155,49,86,7
01.1.9 aðrar matvørur135,5136,40,90,7
01.2 Drykkjuvørur153,3154,51,20,8
01.2.1 kaffi, te og kakao141,5132,6-8,9-6,3
01.2.2 sodavatn, saft og vatn156,0162,86,84,3





Kelda:Hagstova Føroya

Tað eru ikki allar mat- og drykkjuvørur, ið hava havt prísvøkstur seinasta árið. Neytakjøt, matarolja og kaffi eru bíligari nú enn í mai í 2023. Prísvøksturin á mjólk, osti og egg er minni enn eitt prosent. 

Rentuútreiðslurnar framvegis stóra ávirkan á prístalið

Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal hækkaðir góð níggju prosent frá mai í 2023 til mai í 2024. Tað er dýrari at læna pening til húsakeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum eru øktar nógv seinasta árið. Rentuútreiðslurnar eru í miðal hækkaðar 28 prosent frá mai í 2023 til mai í 2024. Evropeiski miðbankin og danski Tjóðbankin hava fyri fyrstu ferð síðani 2019 lækkað leiðandi rentuna, og somuleiðis hava føroysku peningarstovnarnir hava boðað frá, at útlánsrenturnar lækka, men tað ávirkar tó ikki brúkaraprístalið fyri maimánað. 


El- og fjarhitaprísurin hækkaði í januar í 2024. Prísurin er sostatt hægri í mai í 2024 enn hann var sama mánað í fjør. Miðalprísurin á olju, ið fer til upphiting av býli, er 14 prosent hægri. 

Vísital og prísbroyting fyri býli

mai 2023 – mai 2024



maimunur

20232024vísital%





04 Býli142,7155,813,19,2
04.1 Húsaleiga341,4333,3-8,1-2,4
04.2 Sethús, rentuútreiðslur65,183,418,328,0
04.3 Viðlíkahald av bústaði157,6155,5-2,1-1,3
04.5 Ravmagn og hiti190,6206,916,38,6
04.5.1 ravmagn155,5159,54,02,6
04.5.3 brenniolja220,9251,830,914,0
04.5.5 fjarhiti143,9156,112,28,5





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder