Í morgun kostar ein litur av bensini 12,60 kr, og er tað tað sama, sum ein litur av bensini kostaði 15. mars í ár. Bensin prísurin toppaði tann 16. juni í ár, tá kostaði ein litur 15,48 kr. Prísurin á bensini er lækkaður 2,88 kr/liturin síðani í summar. Prísvøksturin á bensini er annars 21% síðani tann 1. januar í ár.
Prísurin á dieseli er lækkaður niður á 13,24 kr/liturin. Diesel toppaði tann 22. juni, tá kostaði ein litur 13,99 kr. Prísvøksturin á dieseli er 57% higartil í ár.
Bæði Magn og EFFO selja í morgun 1000 litrar av gassolju fyri 12375 kr, og er tað 0,94 kr/liturin minni enn tá ið prísurin toppaði 29. juni. Prísvøksturin á gassolju er higartil í ár 60%.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald