2022-03-08 07:48

Nógv hevur verið tosað um prísin av einari tunnu av olju seinastu dagarnar, og tí hava vit hugt eftir bensinprísinum í Føroyum higartil í ár.
Vit hava brúk prísirnar frá Magn, men tá tað er sagt so fylgjast prísirnir hjá Magn og EFFO sera nógv, og gongur tað ikki lang tíð frá tí tað eina felagið broytir prísirnar til hitt ger tað sama.
3. januar í ár kostaði ein litur av bensin 10,53 kr, og er prísurin síðani broyttur 16 ferðir í ár. Prísurin á einum litri av bensin kostar í morgun 13,01 kr, sum er ein vøkstur uppá 23,55% síðani tann 3. janur.
Prísir | Magn | ||
03/01/2022 | 10,53 kr. | Vøkstur | Samlaður vøkstur |
07/01/2022 | 10,59 kr. | 0,57% | |
10/01/2022 | 10,66 kr. | 0,66% | |
13/01/2022 | 10,79 kr. | 1,22% | |
19/01/2022 | 10,94 kr. | 1,39% | |
20/01/2022 | 11,06 kr. | 1,10% | |
28/01/2022 | 11,19 kr. | 1,18% | |
01/02/2022 | 11,34 kr. | 1,34% | |
07/02/2022 | 11,41 kr. | 0,62% | |
08/02/2022 | 11,49 kr. | 0,70% | |
16/02/2022 | 11,64 kr. | 1,31% | |
22/02/2022 | 11,54 kr. | -0,86% | |
25/02/2022 | 11,84 kr. | 2,60% | |
26/02/2022 | 11,82 kr. | -0,17% | |
03/03/2022 | 12,20 kr. | 3,21% | |
05/03/2022 | 12,58 kr. | 3,11% | |
07/03/2022 | 13,01 kr. | 3,42% | 23,55% |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald