Vinna

Prísirnir í Havn síggja út til at hava funnið eina legu, meðan prísirnir á bygd hækka 

.

2024-02-12 10:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Betri Banki.

Vit kunnu nú staðfesta, at miðal sethúsaprísurin í Tórshavn lækkaði eitt vet í 2023, í mun til í 2022.  Samstundis hækkaði miðalprísurin í Eysturoynni og samlað fyri alt landið. 

Í Tórshavn kostaðu eini sethús í miðal 3,8 mió. krónur í 2023. Hetta er 3% minni enn í 2022. Tá kostaðu eini  sethús í miðal 3,9 mió. krónur.  

Í Eysturoynni, og samlað fyri alt landið, kostaðu eini sethús í miðal ávíkavist 2,3 og 2,7 mió. krónur í 2023.  Hetta er 11 og 3% meira enn í 2022.  

Rentuhækkingarnar seinasta árið hava ført við sær, at tað er vorðið tyngri at seta búgv. Samstundis hava  miðal sethúsaprísirnir verið hægri í Tórshavn, samanborið við alt landið, og harvið eru prísirnir meira  viðkvæmir fyri rentubroytingum. Tað kann vera orsøkin til, at miðal sethúsaprísurin í Tórshavn er lækkaður, meðan hann er hækkaður aðrastaðni í landinum. 

Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim, sigur soleiðis um gongdina á sethúsaprísunum: “Nú rentan er hækkað og  vegakervið er vorðið betri, síggja vit ábendingar um at pør, har annar partur hevur tilknýti til øki uttanfyri  høvuðsstaðin, fyrst royna at finna bústað í tí nærumhvørvinum. Hetta økir kappingina eftir bústøðum  uttanfyri høvuðsstaðarøkið, og tað fara vit møguliga eisini at síggja aftur í prísunum kring alt landið komandi tíðina.”

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder