Vinna

Prísirnir halda fram at hækka

Brúkaraprístalið er vaksið 10,1% seinasta árið. Prísirnir á flestu vøru- og tænastubólkum eru hækkaðir, men tað eru framvegis prísirnir á matvørum og brennievni til at hita býli, ið eru størsta orsøkin til prísvøksturin.

2023-01-19 13:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Nýggjasta uppgerðin er fyri november mánað 2022.

[object Object]

Príshækking rakt allar høvuðsbólkarnar

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Prísvøkstur er í øllum høvuðsbólkum í 2022. Árligi vøksturin í brúkaraprístalinum á 10,1% er størsti vøkstur í brúkaraprístalinum í 40 ár. Árligi vøksturin í august var 8,8%.

Brúkaraprístalið skift á 12 høvuðsbólkar

nov 2021 – nov 2022



novembermunur

20212022vísital%





Brúkaraprístalið125,8138,512,710,1
Matur og drykkjuvørur133,6151,317,813,3
Rúsdrekka og tubbak153,1156,53,42,2
Klædnavørur og fótbúnaður102,8107,44,64,5
Býli120,3142,222,018,3
Húsbúnaður og húsarhaldsútgerð93,8105,611,812,6
Heilsa123,8125,31,51,2
Flutningur144,8160,315,510,7
Samskifti78,289,110,913,9
Frítíð og mentan112,8119,36,55,7
Útbúgving119,0123,24,23,5
Hotel og matveitarar160,5164,23,72,3
Ymiskar vørur og tænastur146,0149,93,92,7





Prísirnir á mati og drykkjuvørum hækkaðir góð 13%

Matur og drykkjuvørur telja mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Prísvøksturin á mati og drykkjuvørum á 13,3% hevur havt størst ávirkan á brúkaraprístalið seinasta árið. Tað er ein vøkstur á næstan fýra prosent síðani uppgerðina av prístalinum í august í 2022.

[object Object]

 

 

Verður hugt nærri at, hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið serliga hava verið fyri prísvøkstri í 2022, sæst, at prísirnir á oljum og fitievnum, sum smør og margarin, eru hækkaðir við 30%. Kjøt er vorðið 17% dýrari hjá húsarhaldunum at keypa. Afturat hesum vørum er eisini stórur prísvøkstur at síggja á kornvørum og breyði umframt mjólkarvørum. Kaffi, te og kakao er dýrkað sløk 20%.

Vísital og prísbroyting á mati og drykkjuvørum

nov 2021 – nov 2022



novembermunur

20212022vísital%





01 Matur og drykkjuvørur133,6151,317,813,3
01.1 Matur133,9152,218,313,7
01.1.1 breyð og kornvørur144,8165,821,014,5
01.1.2 kjøt134,4157,923,517,4
01.1.3 fiskur133,8147,613,810,3
01.1.4 mjólk, ostur og egg137,0157,220,114,7
01.1.5 oljur og fitievni163,2212,149,030,0
01.1.6 frukt113,2126,012,811,3
01.1.7 grønmeti125,6141,215,612,4
01.1.8 sukur, sjokoláta, góðgæti o.l.133,3139,96,64,9
01.1.9 aðrar matvørur118,2129,111,09,3
01.2 Drykkjuvørur130,8143,612,89,8
01.2.1 kaffi, te og kakao107,7129,121,519,9
01.2.2 sodavatn, saft og vatn140,3148,07,75,5






Allir matvørubólkar eru vorðnir dýrari seinasta árið, men prísirnir á sukri og góðgæti eru bert hækkaðir 5%, sum er ein munandi lakari príshækkan. Seinasta árið hevur tað sostatt verið minni dýrt hjá húsarhaldinum at keypa sær góðgæti og sodavatn í mun til aðrar matvørur.

Brennievni at hita býli størstan árligan prísvøkstur

Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru hækkaðir góð 18% frá november 2021 til november 2022. ​Prísvøksturin var tó størri í uppgerðini í mai 2022. Tað er serliga húsaleigan og brennievni til at hita býli, ið ávirka vøru- og tænastubólkin 'býli'. Stóru príshækkingarnar á brenniolju, sum byrjaðu í 2021, ávirka framvegis prísgongdina.

 
[object Object]

Í uppgerðini fyri november sæst, at tað er vorðið dýrari at læna pening til húsalán. Tað er fyrstu ferð í meira enn tíggju ár, at vísitalið fyri rentuútreiðslur veksur. Prísurin á streymi hevur verið óbroyttur seinasta árið.

Vísital og prísbroyting fyri býli

nov 2021 – nov 2022



novembermunur

20212022vísital%





Tilsamans120,3142,222,018,3
04 Býli120,3142,222,018,3
04.1 Húsaleiga280,9330,950,017,8
04.2 Sethús, rentuútreiðslur44,645,50,92,1
04.3 Viðlíkahald av bústaði141,2152,411,27,9
04.5 Ravmagn og hiti172,6222,049,528,7
04.5.1 ravmagn136,0136,00,00,0
04.5.3 brenniolja205,7316,7111,053,9
04.5.5 fjarhiti137,0143,96,95,1






Prísgongdin í Føroyum líkist gongdini í øðrum londum

Í november var árligi prísvøksturin í Danmark 8,9% og nakað lakari enn prísvøksturin í Føroyum. Prísvøksturin í Íslandi og Finnlandi var ávikavist 9,3% og 9,1%. Prísvøksturin í Svøríki og fyri ES-londini var nakað størri ávikavíst 11,5% og 11,1%. Í hesi samanberingini skal hædd takast fyri, at brúkaraprístalið fyri ES-londini er gjørt við støði í evropeiska harmoniseraða brúkaraindeksinum HICP, sum merkir, at prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við. Noreg hevði ein prísvøkstur á 6,5%, sum er nakað minni enn hjá hinum Norðurlondunum og Evropa annars.

[object Object]

Brúkaraprístalið í Føroyum vaks frá august til november í 2022 1,9% samanborið við 1,7% frá mai til august. Í Danmark, Noregi og Íslandi var vøksturin í brúkaraprístalinum hinvegin størri frá mai til august 2022 enn frá august til november 2022.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder