Seinastu seks dagarnar hevur EFFO lækkað prísirnar á brennievni fýra ferðir.
Prísurin á bensini er í dag lækkaður frá 12,6 til 12,23 kr fyri liturin. Bensin prísurin er lækkaður við 1,36 kr/liturin síðani 10. mars. Tó er prísurin øktur 16,1% síðani 3. januar.
Prísurin á dieseli er í dag lækkaður frá 11,21 til 10,84 kr fyri liturin. Diesel prísurin er lækkaður við 1,31 kr/liturin síðani 10. mars. Tó er prísurin øktur 26,6% síðani 3. januar.
Prísurin á gassolju er í dag lækkaður frá 10,23 til 9,85 kr fyri liturin. Prísurin á gassolju er lækkaður við 1,31 kr/liturin síðani 10. mars. Tó er prísurin øktur 25% síðani 3. januar.
Magn hevur ikki broytt prísirnar enn, men kann væntast at í morgin hevur Magn somu prísir sum EFFO hevur í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald