Vinna

Príshækkingar og óvissa ikki stórvegis ávirkan á eftirspurningin

Higartil sær heimligi eftirspurningurin ikki út til at vera stórvegis ávirkaður av rentu- og inflasjónshækkingum umframt óvissuni um avleiðingarnar av krígnum í Ukraina

2022-06-13 15:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Ferskastu hagtølini fyri søluna av nýggjum persónbilum geva eina ábending um, at rentuhækkingar, inflasjón, vaksandi prísir á brennievni og rávørum umframt stóru óvissuna um framtíðarútlitini eftir russisku innrásina í Ukraina, ikki hevur havt stórvegis ávirkan á eftirspurningin og privatu nýtsluna í føroyska samfelagnum.


Í apríl og mai í ár vóru tilsamans skrásettir 67 fleiri persónbilar, samanborið við somu tíð í fjør, sí myndina niðanfyri. Hetta svarar til ein vøkstur á 19%.



Fyrivarni skal sjálvandi takast fyri, at ein partur av vøkstrinum í nýskrásettu persónbilunum stavar frá, at føroyska ferðavinnan er við at fóta sær aftur, eftir at korona avmarkingarnar eru settar úr gildi. Tí stavar ein partur av vøkstrinum av nýggjum persónbilum frá leigubilum, sum nú verða skrásettir til at leiga út til útlendsk ferðafólk í summar.


Tað er sjálvandi ikki nóg mikið, at grundað brúkaraálitið á eftirspurningin og søluna av nýggjum persónbilum, men bilarnir standa ofta fyrst fyri, tá ið brúkarin gerst meiri ótryggur um framtíðina og velur at stramma lívreimina.


Skrásetingin av nýggjum persónbilum er tí eitt týdningarmikið lykatal, tá ið vit skulu lodda dýpið viðvíkjandi brúkaraáliti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder