Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:
- Hvussu hevur prísbroytingin hjá Eysturoyartunlinum frá 1. januar 2022 ávirkað ferðsluna?
- Nær verður ætlanin um eina fastprísskipan á kr. 1.995 um mánaðin sett í verk?
- Hvussu stór upphædd er latin frá landinum til lánsgjøld hjá Eysturoyartunlinum í 2021 og hvør er meting fyri tørvinum á játtan í 2022?
Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Jaspur Langgaard, løgtingsmaður, at tann 1. januar 2022 broyttust prísirnir hjá Eysturoyartunlinum.
Broytingin var fyri tey, sum koyra fleiri enn 10 túrar um mánaðin, har tað frammanundan stórt sæð ongin avsláttur var.
Avsláttarskipanin sær soleiðis út við prísi fyri hvønn einvegis túr við haldi:
1-10 túrar 75,- kr.
11-20 túrar 65,- kr.
21-30 túrar 40,- kr.
31-túrar 30,- kr.
At enda sigur Jaspur Langgaard, í sínum viðmerkingum, at higartil sær tað út til at hava verið trupult at áseta rætta prísin fyri koyring í Eysturoyartunlinum, hetta at finna bestu javnvágna millum príslækkingar og meira ferðslu. Tað er kortini greitt, at verður tann besta javnvágin ikki funnin, gevur íløgan ikki hægsta samfelagsliga gagn, og landskassin fer frameftir at noyðast at játta pening til lánsgjøld. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Sambandsflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald