2023-09-07 13:19
EM-undankappingardystin millum Pólland og Føroyar er at síggja á føroyska spælistaðnum og barrini Skarv í Keypmannahavn í kvøld kl. 20:45 danska tíð á trimum skermum. Í Warszawa í Póllandi har Føroyar spæla er næstan útselt við 58.000 áskoðarnum, sum er met fyri føroyska landsliðið. Um ikki annað so kunna føroyingar hoyrast á Skarv.
Promotarin á Skarv hevur skrivað til pólsku sendistovuna og til ymsar polskar fb-bólkar til tess at bjóða teimum polsku fjepparnum inn á Pilestræde 43 at njóta dystin saman við føroyingum. Hettar er fyrsti fótbóltslandsdystur, sum verður vístur á Skarv. Dyrnar lata upp ein tíma áðrenn dystin, kl. 19:45.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald