Vága kommuna: Endamálið við barna- og ungdómspolitikkinum er at skapa eina heildarmynd fyri, hvussu arbeitt verður á barna- og ungdómsøkinum í okkara øki. Politikkurin er ein heildarmynd út frá dagsins samfelag, sum vísir á felags virðir og grundvøll fyri barna- og ungdómsøkið, ið vit ynskja fyri okkara kommunu. Somuleiðis er endamálið við politikkinum, at øll børn og ung skulu kenna seg aftur í politikkinum.
Hesin barna- og ungdómspolitikkur leggur serligan dent á fyribyrging og átøk í tøkum tíma, sum skulu styrkjast fyri øll børn og ung – við sjóneyku á, hvussu vit øll í felag hava týdning fyri barna- og ungdómsárini.
Vit skulu tryggja trivnað, høga góðsku og fakkunnleika. Vit skulu hava meira og betri vitan um hvat riggar, og vit skulu verða betri til at fylgja upp og virka út frá tí vitanini. Vit hava øll – hvør sær og saman – eina ábyrgd fyri at tryggja góð barna- og ungdómsár fyri okkara børn og ungu.
Barna- og ungdómspolitikkurin er felags grundarlag fyri at gjøgnumføra teir málsetningar, vit seta fyri børnini og tey ungu.
Politikkurin skal skapa íblástur fyri allar borgarar í Vága kommunu, øll fólkini, felagsskapir og stovnar, sum eisini hava stóra ávirkan á trivnaðin, kunnleika og menning hjá okkara børnum og ungu.
Hesin politikkur er í trá við ST barnarættindasáttmálan og Norðurlendsku barnaviðtøkuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald