Mentan

PISA 2022 - tíðindaskriv og frágreiðing

PISA 2022Fyrrapartin var frágreiðingin fyri PISA-kanningina 2022 løgd fram í Kongshøll. Rithøvundarnir av frágreiðingini greiddu frá úrslitunum og gongdini í kanningini og handaðu landsstýrismanninum frágreiðingina. Til ber at síggja framløguna her: 

2023-12-06 15:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Samanumtikið kann staðfestast, at úrslitini fyri PISA 2022 tala eitt týðiligt mál. Miðalúrtøkan í OECD-londunum fall við 15 PISA-stigum í støddfrøði og við 10 PISA-stigum í lesing. 

Kjarnaøkið fyri PISA 2022 var støddfrøði, meðan uppgávurnar í lesing og náttúruvísindi vóru svarandi til uppgávurnar í 2018. Samanlagt fekk Føroyar 446 stig í støddfrøði, og er hetta ein afturgongd uppá 45 stig síðani 2018. Samanbera vit okkum við hini Norðurlondini, so fekk eitt nú Danmark 489 stig, meðan Ísland fekk 459 stig. Miðal fyri OECD-lond var 475 stig í støddfrøði. Hóast danir aldrin hava fingið verri úrslit, so fáa teir besta úrslitið samanborið við úrslitini hjá hinum Norðurlondunum í 2022.

Orsøkin til laka úrslitið í støddfrøði í PISA 2022 er helst eitt samanfall av ymiskum viðurskiftum. Í frágreiðingini verður ljós varpað á avgerandi tættir, sum kunnu vera atvold til úrslitið. Hugtakskarmurin fyri støddfrøði í PISA 2022 er broyttur nakað í mun til undanfarnar kanningar, og er hetta helst ein av orsøkunum til, at úrslitið í nærum øllum londunum er lægri enn í 2018. Størri dentur verður lagdur á støddfrøðiliga og  telduligari hugsan, ið eru partar av støddfrøðiligum lesføri. Nógvar av kanningaruppgávunum eru samvirknar, har næmingar skulu handfara ymiskar upplýsingar. 

Viðvíkjandi úrslitinum hjá teimum føroysku næmingunum leggur PISA-frágreiðingin dent á vantandi førleikar hjá okkara næmingum. Her verður serliga víst á vantandi kt-førleikar og vantandi førleikar í støddfrøðiligari modellering, sum snýr seg um at umseta ein trupulleika frá veruleikanum til ein støddfrøðiligan trupulleika, sum síðani verður greinaður við nýtslu av støddfrøði, fyri aftur at kunna útgreina trupulleikan í veruleikanum.

Hetta er tó nakað, Nám arbeiðir við. Við bókarøðini Rokning, sum á fyrsta sinni varð útgivin í 2014, verður alsamt størri dentur lagdur á modelleringsstøddfrøði. Bøkurnar í bókarøðini Rokning frá 1. til 8. flokk eru útkomnar, meðan bókin til 9. flokk er í gerð og verður væntandi útgivin komandi skúlaár.  Hetta merkir sostatt, at okkara næmingar, sum vóru til PISA-kanning í 2022, ikki hava verið undirvístir í modellering innan støddfrøði, men at komandi næmingar verða betur fyri, hvat hesum førleikanum viðvíkur. 

Eisini er vert at nevna, at námsætlanin í støddfrøði verður sett í verk fyri fólkaskúlaøkið við skúlaársbyrjan 2024/25. Sambært støðisnámsætlanini, sum varð sett í verk í august 2023, skulu allar lærugreinar í fólkaskúlanum og á miðnámi í enn størri mun enn áður taka uppí undirvísing innan kt og talgildisbúgving. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder