2025-08-22 19:42

Frá Sandavágs kirkju: Pílagrímstúrur og konsert aftaná í Sandavágs kirkju 23. august.
Seinsummardagin, 23.august kl 15.00 verður forkunnug konsert í kirkjuni við Marius Ziska. Áðrenn konsertina verður pílagrímstúrur úr Vágadali.
Vágadalur - Áarlið - Sandavágs kirkja. Inga Poulsen Dam, prestur og Jákup Pauli í Eyðanstovu, bóndi, verða við á ferðini.
Bussur koyrir av Valloyruni niðan í Vágadal kl 13 og tey, ið vilja fara við bussi, skulu melda til hjá Lindu Christoffersen, tlf 228389.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald