Tíðindaskriv
Fyrsta januar í 2023 verður Jørgin Jacobsen, Leirvík, nýggjur stjóri í P/F SANDSHIP.
Gordon Martin Midjord, sum hevur starvast í felagnum í eini 35 ár – tey seinastu mongu árini sum stjóri – hevur valt at lata dagligu leiðsluna frá sær. Gordon Martin heldur tó fram sum nevndarformaður og verður framvegis tætt knýttur at felagnum.
Jørgin Jacobsen, sum seinastu fýra árini hevur verið partur av leiðsluni í P/F SANDSHIP, er útbúgvin maskinmeistari og hevur leiðsluroyndir umborð á skipum runt um í heiminum.
P/F SANDSHIP – fyrr P/F Sandgrevstur – fekk nýggjan samleika í 2019. Hetta varð gjørt í samsvari við, at felagið alsamt arbeiðir meira uttanlands.
P/F Sandgrevstur var stovnað í 1949. Fyrsti stjóri var Gordon Midjord og síðani í mong ár var Petur Midjord stjóri, sum vóru ávikavist abbi og pápi til fráfarandi stjóran. Felagið hevur havt høvuðssætið í Fuglafirði øll árini.
Høvuðsvirksemið hjá felagnum í dag er reiðaravirksemi, farmaflutningur og søla av sandi og skervi.
Felagið eigur og rekur skipini Vestborg, Vestland, Vitan og Sandfrakt. Umleið 50 fólk starvast hjá P/F SANDSHIP.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald