Umframt at gjøgnumganga og góðkenna ársroknskapin 2022, varð kunnað um virksemið hjá Fiskaaling seinasta árið.
Fiskaaling er ein granskingarfyritøka og virksemi hjá felagnum er beinleiðis rættað móti at framleiða vitan, ið kann verða grundarlag undir burðardyggari menning av alivinnuni. Visjónin hjá felagnum er: Vitan til varandi aling.
Játtanin til Havbúnaðarroyndir á Løgtings fíggjarlóg er týdningarmesta fíggjarliga grundarlagið undir granskingarvirkseminum hjá Fiskaaling. Ítøkiliga merkir hetta, at Fiskaaling heilt ella lutvíst hevur møguleika at fíggja ymiskar verkætlanir, hvørs endamál er at fáa vitan til vega, ið mennir føroyska aling. Játtanin er viðvirkandi til at Fiskaaling kann søkja uttanhýsis fígging frá bæði føroyskum og útlendskum granskingargrunnum og vinnufyritøkum.
Fiskaaling hevur fleiri virknar granskingarverkætlanir og í 2022 var nógv virksemi, har serligur dentur varð lagdur á at fáa meiri vitan til vega um firðir okkara, lús og fiskavælferð.
Arbeiðið hjá Fiskaaling, ið gevur betri vitan um, hvussu firðir okkara virka, og í hvønn mun alivirksemi ávirkar firðirnar, er neyðugt og týdningarmikið. Vitanin er grundarlag fyri, at alivinnan mennist burðardygt og møguleikum at fara undir aling av øðrum sløgum, so sum taraaling. Harafturat er vitanin neyðug fyri at vit ikki avmarka møguleikarnar hjá komandi ættarliðum at gagnnýta firðirnar.
Ein faldari, ið lýsir nakað av tí fjølbroytta virkseminum, sum granskarar á Fiskaaling fáast við er framleiddur í sambandi við aðalfundin. Faldarin kann lesast HER.
Aðalfundurin hjá P/F Fiskaaling varð hildin á iNOVA. Fiskaaling er partaeigari í granskarasetrinum iNOVA og alt starvstovuvirksemi hjá Fiskaaling er staðsett á iNOVA. Ársroknskapurin 2022 vísti eitt avlop á 101 tkr.
Aðalfundurin heitti á nevndarlimirnar um at halda fram, og sostatt verður eingin broyting í nevndini. Beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Kristoffuri Laksá sum nevndarformanni. Afturat nevndarformanninum sita Turið Mørkøre, Niels Winther og starvsfólkaumboðini Heidi S. Mortensen og Unn V. Johannesen í nevndini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald