Við føgrum orðum sum ’haldføri’, ’styttri arbeiðsviku’ og ’bíligari gerandisdag’ vunnu sosialistisku flokkarnir valið í 2022.
Men fígging krevst til at halda vallyftir. Alt hevur sín prís, ikki minst sosialistiskur politikkur.
Eftir trý ár hava tølini talað. Undirskotið á fíggjarlógini er útvið 1 mia. kr. - Haldføri er blivið til ’hall’, styttri arbeiðsvika mundi enda við longri arbeiðslívi, og prísvøksturin gav dýrari gerandisdag hjá føroyingum men meirinntøkur í landskassan, tí prosentvísu avgjøldini á gerandisvørum vaksa saman við prísinum.
Og Vestmannatunnilin er onki undantak.
Úr 75 mió. kr. niður í 0 kr.
Undanfarna borgarliga samgongan hevði í sínum seinasta fíggjarlógaruppskoti í 2022 sett 117 mió. av til Vestmannatunnil fram til 2025, tá játtanin var størst, 75 mió. kr. – hesa játtan megnaðu nú fráfarandi samgonga av lækka niður til 2,5 mió. kr. [2022-2025] og javna niður ´0 kr. í fíggjarlógini fyri 2025.
Hóast játtanin hvarv, varð kortini hildið fast við at ‘Vestmannatunnilin verður fyrireikaður og projekteraður. Tá Tjørnuvíkartunnilin er liðugur, verður eftir ætlan farið undir Vestmannatunnilin.’
Føgur orð, men beiskur veruleiki. Árið eftir var nýggjur maður í landsstýrissessinum, og í fíggjarlógaruppskotinum 2026 varð lyftið um raðfesting av Vestmannatunnlinum strikað, og Gøtudalstunnilin hevði yvirhálað vinstri um.
Alt í meðan tjørnuvíkingar framvegis bíða eftir, at boriútgerðin finnur leiðina fram, soleiðis at gongd kann setast á teirra tunnil, sum sambært pappírum og lyftum skuldi verið væl ávegis.
Pengar tala og møsn mala
Slíkt møsn og tóm orð frá ikki minni enn tveimum landsstýrismonnum hjá Tjóðveldi gjørdist ov nógv hjá Vestmenningum, sum síðan norðstreymoy var eitt valdømi trúføst hava valt Tjóðveldi og havt umboðan av tjóðveldismonnum. – Látuligt!
Hvat í gudsgarði hava fyrr- og núverandi løgtings- og bygdarráðspolitikarar í Vestmanna hugsað fyri sær at lata hesa næstan býarstóru bygd blíva slíkur eftirbátur ?
Hans Pauli Strøm (sáli) gjørdi í 2025 gjølla greining av demografisku gongdini í Vestmanna samanborið við grannakommunurnar Sunda- og Vága Kommuna.
Aftur her hava tølini talað: Vestmanna dragnar afturúr.
- Fólkatalið hevur staðið nærum í stað síðan 1986 [1.309 íbúgvarar] Í dag búgva 1.256 í Vestmanna. Lækkað 4%.
- Aldurssamansetingin er broytt. Síðan 2004 eru Aldursbólkarnir 0-17 ár og 18-64 ár minkaðir, meðan bólkurin 65+ er vaksin.
- Hóast høgt burðaravlop er nettofráflyting orsøk til skeivu gongdina.
Vestmenningar eru millum ídnastu fólkasløg og arbeiða ikki bara fyri búskaparvøkstri um dagin, men sanniliga eisini fyri fólkavøkstri um kvøldið. Burðaravlopi hevur verið positivt og hava størstu árgangirnir táttað í útvið 30 børn. Men tølini vísa, at fráflytingin er týttari enn føðitíttleikin.
Til samanberingar hava Vága- og Sunda Kommuna havt fólkavøkstur á ávikavíst 17% og 22% í sama tíðarskeiði, takkað verið burðaravlopi og nettotilflyting. Serliga Vága Kommuna fekk lut í fólkavøkstrinum eftir 2002, tá Vágatunnilin lat upp.
Tunnilin er bjargingin
Vestmanna er ein perla hjá føroyingum og ferðafólki. Umframt vestmenningar og avbygdarfólk koyra eisini bussar við skúlanæmingum, tangabilar ísv. aling, lastbilar við farmi og framleiðslu, umframt á leið 40.000 ferðafólk, ið ferðast um Høgareyn í summarhálvuni.
Men Vestmannavegurin hevur ligið óbroyttur í 50 ár. Onnur óhøglig og nógv smærri pláss í Føroyum hava fingið berghol fyri langt síðan.
Tíðarhóskandi vega- og tunnilsamband er fyrsta fortreyt fyri trivnaði kring allar Føroyar.
Ein tunnil til Vestmanna kann sostatt trilka tilflytingina, bøta trivnaðin, arbeiðs- og vinnumøguleikarnar og styrkja tvørkommunala samstarvið í Norðurstreymi. Eisini er hann trygdin fyri, at foreldur kunnu sleppa heim til síni børn, læknahjálpin koma vegin fram, og tilbúgvingin kann rykkja út.
Men í hondunum á samgonguni hongur Vestmannatunnilin framvegis í leysari luft, uttan raðfesting og vón, eins og vallyftini hjá teimum.
Uttan játtan á fíggjarlógini verður torført at fíggja og viðlíkahalda tunnilsverkætlanir, tunlar og vegakervi.
Stutt fyri jól á gáttini til eitt valár blivu 2,4 mió. kr. játtaðar til at fyrireika Vestmannatunnilin. Hetta er nærum tað sama, sum samgongan hevur játtað alt valskeiðið.
Hetta líkist svarta ongum. Her skal annað skinn takast um bak.
Góðu Vestmenningar
Fólkaflokkurin vil framhaldandi útbyggja samferðslukervið. Eitt gott undirstøðukervi er fortreyt fyri kappingarføri og møguleikunum hjá vinnuni og tí einstaka. Hetta skulu Vestmenningar eisini eiga lut í.
Góðu Vestmenningar og Válafólk – Nú er løtan, at Vestmannatunnilin fær røttu raðfesting!
Standið saman og vísið Føroya fólki at, tit veruliga vilja hendan tunnilin. Hetta er okkara framtíð og trygdin hjá okkara eftirkomarum. Veljið ein sterkan Fólkaflokk á Løgting við umboðan úr Vestmanna.
Velji meg, og eg vil stríðast fyri:
- At Vestmannatunnilin fær hægstu raðfestingar í eini komandi íløguætlan.
- At fyrireikingararbeiðið heldur fram og at játtanin til Vestmannatunnilin hækkar næstu árini, ið tráð við framgongdina.
- At farið verður undir at bora Vestmannatunnilin, tá ið Tjørnuvíkartunnilin er liðugur.
Nú er nóg mikið við møsni. Um Vestmannatunnilin skal gerast veruleiki, skulu pengar á borið.
Vel Lista A, Fólkaflokkin.
Grímur Sundstein, valevni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald