Nú Signar er settur í starv, verður ferð sett á arbeiði at fáa skipað ítrótt fyri fólk, ið bera brek, so at hesi eisini fáa part í teimum mongu fyrimununum og ágóðunum, sum ítróttalívið gevur. Sigur Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyar
Signar er útbúgvin kanditatur í ítróttafrøði frá Aalborg Universitet, ið gevur serfrøðiliga vitan innan ítrótt, rørslu, venjing, heilsu og trivnað.
Hann hevur eisini fleiri starvsroyndir innan ítrótt, heilsu og venjing, m.a. hevur hann staðið fyri venjing av við yvirvekt, venjing og uppvenjing av eldri, hann hevur sína egnu fyritøku ”Sunt” og so er hann eisini samskipari av arbeiðinum at endurskoða reglugerðina fyri Úrval hjá ÍSF.
Saman við ítróttaráðgevanum, skal Signar skal seta í verk átøk í samband við nýggju strategiina ”øll kunnu íðka” og standa fyri teimum trimum átøkunum undir strategiini sum eita:
Økja um breiddina og styrkja elituna
Fremja inklusjón
Betra um og birta undir samstarv við viðkomandi feløg og samstarvsfelagar
Strategiin hjá Parasport kann lesast í fullum lík á https://www.parasport.fo/tidindi/nyggja-strategiin-hja-parasport
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald