Tíðindaskriv:
Ude af Kontrol byrjaði í 2014 tá Daniel Balken, Joachim Nicholas Rouse og Mark Løvendahl settu bólkin á stovn, og teir hava verið virknir síðani. Teir hava lagt seg eftir at framleiða feitan hipp-hopp og rapp tónleik, sum veruliga fær dansigólvini at danda. Sangtekstirnir eru karráir, og tónleikurin kryddaður við alskyns nútímans rútmum og effektum. Teir eru fastir gestir á flest øllum festivalum og pallum í Danmark, eins og hittlistarnir als ikki eru fremmandir fyri teimum.
Á Spotify sæst, hvussu væl umtóktur bólkurin er. Til dømis er lagið “Velsignet – Har Det Godt pt. 2” stroymt meira enn 13.000.000 ferðir, og somuleiðis hevur lagið “Op A” eisini 13 mió. stroymingar. Fyrr í ár gav bólkurin út sjónbandalagið, “Taknemlig”, sum varð upptikið í Føroyum, sum vitnar um teirra alsk til oyggjar okkara. Hendan alsk fara vit óivað at uppliva til Voxbotn 2022 - 25. juni.
Kom við, tað verður vilt, tá Tobias Rahim, Brimheim, Reiley, Rasmus Hagen, Boyzlife, Michael Learns to Rock, Niarn, Hugorm, Tungevaag, Týr, Swangah og Safir eisini fara at framføra á Okkara Voxbotn 2022
Atgongumerki fáast í forsølu á ebillett.fo fyri 695 kr.
Okkara Voxbotn 2022 í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, SMS, BankNordik, Posta, Eta, Bilrøkt, Okkara, Power, Sisu og Nema
Vinarliga
Voxbotn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald