Vinna

Ólógligt og dálkandi virksemi savnast har, tað fær frið

Føroyar hava megna at samla og tryggja friðskjól fyri dálkandi virksemi í Norðuratlantshavið í fleiri ár. Og nú slær landstýrið tað fast, at Russisk fiskiskip, framhaldandi skulu fáa serstakt undantaksloyvi uttanum revsitiltøk, hóast tað paradoksalt júst eru hesi skip og tilhoyrandi virksemi, sum eru stórsta hóttanin mótvegis heimafriðinum.

2022-06-09 10:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Føroyar geva frammanundan russisku skipunum serloyvi at umskipa við føroyskar havnir, tí sambært sjófangislógini, er bannað førum undir fremmanda flaggi at umskipa í Føroyum. Undantaksloyvið verður givið Russisku fiskiskipunum uttan umhvørvisligar treytir og uttan nøktandi eftirlit.

Vantandi fiskiveiðueftirlit, var upprunaliga orsøkin til at Russisku fiskiskipini vóru tvungin til bryggju at umskipa. Men júst álagda eftirlitið, sum Vørn av røttum eigur at hava, fyri at forða fyri piratveiðu, er nærum ikki eksisterandi. Harafturat fáa føroysku myndugleikarnir hundratals klagur frá borgarum, sum klaga um ótolandi larm og luftdálkan, sum er beinleiðis avleiðing av undantaksloyvinum til russisk fiskiskip at umskipa við bryggjur í Føroyum.


Mann vildi trúð at við einum serloyvið komu sertreytir. Men, so er ikki. Ongastaðni hava skip, so fríðar teymar at dálka og umganga eftirlit og treytir, sum í Føroyum.
Tí er tað als ikki óhugsandi, at tað júst er tí tey eru her.


Trina Eysturoy

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder