2022-03-25 11:00
Høgaberg og Tróndur í Gøtu hava landað á Eysturlandinum, teir eru á veg til Føroyar, og verða á Fuglafirði í dag, har teir skulu koyra lodnunótina í land og rigga til svartkjaftafiskiskap.
Gøtunes landar í morgun til Lodnuvinnsluna á Fáskrúðsfirði og Norðborg, sum eisini hevur fiskað lodnu, er á Skála, har hon verður pussað upp.
Svartkjaftafiskiskapurin plagar at taka seg upp, í føroyskum sjógvi, um hesa tíðina, so øll tey føroysku skipini fara nú á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald