Í fyrstani varð mett, at talan var um so lítla nøgd - 47 litrar - at onki varð gjørt við málið.
Tað vísti seg tó at meira var farið á sjógv enn so, og tøl sum 4000 litrar komu upp at venda, og miðlarnir góvu málinum ans.
Tískil fóru sløkkiliðsmenn hjá Sørvágs kommunu, saman við borgarstjóranum, út til Mykinesar at fáa greiði á málinum. Vegna brim var ikki leggjandi at í Mykinesi fyrrenn í dag, tá sløkkiliðsfólkini komu út við útgerðini at sperra av við.
Tað vísti seg, at umleið 400 litrar vóru farnir á sjógv, men tíbetur hevði hetta ikki gjørt nakran skaða. Gassolja fordampar skjótt, og onki sást til oljuna í dag. Sostatt var ikki neyðugt at brúka útgerðina, sum tó verður liggjandi í Mykinesi, um brúk verður fyri henni seinni.
Sørvágs kommuna fer nú at eftirmeta støðuna, og saman við SEV gjøgnumganga mannagongdirnar, at finna eina tryggari loysn, tá olja verður pumpa í land í Mykinesi.
Sørvágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald