Óli Breckmann er í dag vorðin besta dømið upp á ”gamalt vín í nýggjum fløskum”. Hvat enn man heldur um Óla, var hann sjálvandi eitt frískt lot í 1970’unum og 1980’unum, men í dag kemur lítið nýtt frá hesum stadnaða hugsjónarmanni, ið ikki megnar at velta upp úr nýggjum, men roynir at seigpína sína gomlu hugsjónarveltu við alsamt minni andaligum avkasti og ikki sørt av svørtuspillu.
Óli livir framvegis í 20. øld. So einfalt kann tað sigast. Hvat viðvíkur orku og umhvørvi, livir Óli framvegis í oljuøldini. Skuldi ikki undrað meg, um Óli framvegis – loyniliga – hyggur eftir Dallas og Dollars, meðan hann roykir sínar cubansku cigarir í síni Chesterfield-sofu – í tignarligum klædningi frá Bergi Ryggstein.
Eg kann geva Oljuóla rætt í summum: at tað finnast ”umhvørvistar”, ið hava eina nærum religiøst-fanatiska fatan av umhvørvisvernd. Dómadagsprofetar sum Greta Thunberg, ið ynskja at skapa panikk og elva til veðurlagsangist og pengagræðir prædikantar sum Paul Watson eru við til at seta ”grønu kósina” í ringt ljós – so langt eri eg samdur við Óla.
Óli sær ikki mun á grønum og reyðum
Men Óli skolar barnið út við baðivatninum. Hann sær reytt, tá hann sær grønt. Hetta hugsjónarliga litblindnið hevur einki at gera í okkara tíð. Hóast tað finnast reyð/grøn sum t.d. danski Eindarlistin ella íslendska Hreyfing, so er grøna rákið í dag vorðið mainstream. At vera umhvørvistilvitaður er ei longur bert fyri serskøltar, nørdar ella hippies. At verja umhvørvið er í dag so sjálvsagt sum tað í 1980’unum var at fylla bilin við dálkandi diesel. Yngri fólkafloksmenn duga væl at síggja, at elbilar, jarðhiti og vindmyllur eru góðar íløgur. Men hetta sær ein forstokkaður fýrsara-dinosaurur sum Óli ikki. Litblindnið er øgiligt, um man ikki sær mun á einum Tesla og einum Trabant.
Kann vera, at summir ”umhvørvistar” (føroyskt orð fyri environmentalist, giti eg) hava eina marxistiska fortíð. Kann vera, at tað finnast marxistiskt og socialistiskt hugsandi umhvørvisfólk, ið ynskja at tálma fría marknaðarbúskapin og leggja búskapin undir fullkomið, statsligt ræði.
Eg kann enntá fylgja Óla í, at tað er ein váði fyri einum longrivarandi búskaparligum niðurtúri hjá teimum londum, ið høgga olju-, gass- og kolbremsurnar alt ov harðliga í.
Tað er júst tí, at vit skulu hava eitt hóvligt, skipað og skilvíst orkuskifti. Hetta er tann leiðin, Føroyar eru á, og hetta er sera gleðiligt. At Suðuroyggin um stutta tíð kann gerast ein grønorkuoyggj, er einans at fegnast um. Hetta hevur als einki við hvørki marxismu, socialismu ella communismu at gera. Hetta er framburður og orkufrælsi!
At tað er skilagott at leysríva seg frá oljuni og fáa meiri sjálvræði og frælsi á orkuøkinum, er ein gleðiligur boðskapur. At vit langa tíð framyvir mugu hava oljuna til at stabilisera okkara orkuframleiðslu, er tað eingin, ið setir spurnatekin við. Sjálvandi skal einki kollveltast, men mennast fast undir føti.
Flest allir politikarar í øllum politisku flokkum duga í dag at síggja hetta – undantikið nøkur heilt fá tvørball.
Nógv tey flestu grønt hugsandi vilja onga kollvelting, men skilvísa menning.
Falskir profetar í Fólkakirkjuni?
Óli hevur í fleiri lesarabrøvum øst seg um, at Fólkakirkjan hevur latið seg tøla av følskum umhvørvisprofetum og ”CO2-sektaristum”, sum hann málber seg. Óli sær fyri seg, at grønir hirðar hava verið á gátt hjá Bispi og hava lumpað hann til at innføra eina grøna trúarjáttan á hesum sonevnda ”grøna konventi”, ið var um dagarnar. Óli sær ikki, at tað innan kristna hugsjón er eitt sterkt grønt rák, ið leggur munandi størri dent á Skaparaverkið, enn kirkjan higartil hevur gjørt. Humanistiska nalvaskoðanin er við at verða avloyst av eini meiri heildarkendari (holistiskari) fatan, ið eftir mínum tykki klæðir kristindóminum sera væl.
Her er ikki talan um, at falskir ”umhvørvistiskir” profetar – við ”Profet Hansen” á odda – lirka grønt tankagóðs inn í Fólkakirkjuna – sum ein annar troyanskur hestur. Her er talan um, at sera nógv kristin – bæði av yngra, men sanniliga eisini av eldra ættarliðnum – hava stóran tokka til Skaparaverkið. Útigudstænastur. Pílagrímsferðir til fjarskotnar dalar. Sálmar og sangir, ið lovprísa heimsins (ikki bert himins) dýrd. Prædikur, ið viðgera umhvørvistrupulleikar. Alt hetta sprettir úr kristnu diskursini í dag og vitnar um eina andaliga tráan móti tí natúrliga. Natúran er í dag ein høvuðskelda til kristnan spiritualitet. Hetta er ikki bara poppur; hetta er tí natúran er eitt autentiskt friðskjól í einum alsamt meiri gjøgnumproduseraðum og fremmandgjørdum heimi.
At Óli bólkar øll ”grøn” saman við ”reyðum”, sigur mest um Ólasa hugsjónarliga litblindni og snævurskygni. At hugsa grønt er eitt serstakliga kristið virði, har Skaparaverkið er í hásæti. At hugsa grønt er eitt serstakliga konservativt virði – sjálvt orðið ”konservare” merkir at varðveita, m.a. at varðveita umhvørvið. At hugsa grønt er enntá við at gerast eitt liberalt virði. Nógv spennandi frambrot henda innan grøna orku, endurnýtslu, matvøruframleiðslu o.s.fr., ið skapa nýggjar marknaðarmøguleikar. At hugsa burðardygt, umhvørvisvinarligt, CO2-neutralt o.s.fr. er ein kappingarfyrimunur her í 2022.
Men Óli livir framvegis í 20. øld.
Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur
p.s. Annars eri eg samdur við Óla Breckmann um, at neyðugt er áhaldandi at vísa á teir ræðuleikar, ið fóru fram undir socialistiskum flaggi í 20. øld. Men at halda, at lond, ið ganga grønu leiðina, fara at menna seg til totaliterar statir, er púra misskilt. Nakrir reyð/grønir fanatikarar ynskja hetta, men teir nýtast ikki at fáa sín vilja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald