
Fólkatingsmaðurin hevur nú fingið svar frá verjumálaráðharranum. Í svarinum sigur verjumálaráðharrin, at tað síðani 2012 – burtursæð frá í ár – bert er komið fyri eina ferð áður, at ein útlendskur kavbátur boðar frá vitjan í Føroyum. Tað var tá ein týskur kavbátur kom til Føroya í 2017. Ráðharrin sigur seg ikki vita um fleiri fráboðanir um kavbátar í føroyskum øki, eins og tað hava verið í Grønlandi seinastu áratíggjuni.
Av svarinum framgongur tó eisini, at danska sjóverjan ikki hevur serliga góðar møguleikar at varnast møguligt kavbátavirksemi kring Føroyar.
Svarið frá verjumálaráðharranum kann lesast her:
https://www.ft.dk/samling/20211/almdel/fou/spm/250/svar/1893681/2593585.pdf
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald