Portal.fo skrivar
Løgreglan kannar í løtuni eitt herverksmál í Sandavági, sum var tað eitt innbrot.
Tað er nevniliga ógreitt, hvat herverksfólkið fekk burturúr, tá nakrir rútar í hurðini til Vakstrarhúsið í Sandavági vórðu knústir við eini betongflís mánakvøldið.
Helst er talan um herverk, tí tað er óvist um nakað er stolið innan úr Vakstrarhúsinum, sum í løtuni verður brúkt til at leiga út til samkomur og annað.
Løgreglan hevur verið á staðnum og kannað tað, og eisini staðfest, at inni í vakstrarhúsinum ikki er nakað serligt av virði at fara eftir. DNA er tryggjað av einum handtaki í hurðini, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Hóast talan helst er um herverk, verður málið kannað, sum var tað innbrot.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald