Ítróttur

Oddadysturin endaði við javnleiki

U21: Spenningurin heldur sær.

2023-09-25 22:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kvøld hevur verið oddadystur í Klaksvík, har KÍ á 2. plássið tók ímóti oddaliðnum 07 Vestur.

Skuldi KÍ gera sær nakra vón um at halda spenning í FM-stríðnum, so skuldu teir minst hava ein javnleik í dystinum í kvøld. 

Tað var eisini KÍ ið byrjaði dystin betri, og komu teir eisini á odda bæði 1 og 2-0. 07 Vestur minkaði fyri hálvleik til 2-1.

Tá ið eitt korter var leikt av seinna hálvleiki javnaði 07 Vestur til 2-2. Tá ið 70. min. vóru leiktir legði 07 Vestur seg á odda 3-2. KÍ javnaði til 3-3 í yvirtíðini, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.

Spenningurin heldur sær í U21. 07 Vestur hevur 38 stig, og KÍ hevur 32 stig. 

07 Vestur hevur ein dyst eftir ímóti HB, og kunnu avgerða FM í tí dystinum við at fáa eitt stig.

KÍ hevur tveir dystir eftir og skulu teir møta AB og NSÍ.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder