Vinna

Oda má gevast í Mykinesi

Eg haldi Føroya Óðalsfelag skal seta seg inn í tingini.

2023-05-06 08:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Hagastyrini í Mykinesi vildu ikki úttala seg.

Eg, sum ibúgvi, skattgjaldari, lokalur ferðavinnuaktørur og borgari í Mykinesi í 5 ár eri totalt hildin uttanfyri, ikki eingongd boðin við á kunnandi borgarafund.

Hetta átakið hevur knúst mítt virksemi, bæði sum lokalur ferðaleiðari og gistingarstað.

Eg havi virkað fyri burðardyggari ferðavinnu i Mykinesi í øll árini. Hetta skaðar mítt virksemi so nógv, at eg má lukka og flyta av oynni i heyst.

Onki skil á herúti og fólk ganga uttan ferðaleiðara fyri 400 kr, í mun til 250,- kr. í fjør. Prísurin er 500,- við guide, um goldið verður í oynni og gongugjald 350,- um goldið verður í oynni. Tey lova ferðaleiðara, men hava ikki nóg mikið av ferðaleiðarum.

Um man sigur 200 fólk um dagin, krevur tað 13 ferðaleiðarar, tá man gongur við 15 fólkum. Tú fært neyvan ferðaleiðarar aðrastaðni frá at ferðast her út og arb. 1 dag fyri 150,-x 15 = 1800 kr. Eg vóni tað, men vænti ikki. Inntil tað eydnast mugu tit ikki taka fullan prís, um fólk ikki fáa ferðaleiðara! Setið so heldur Park Rangers í økið, sum ansa eftir, at fólk halda seg á gøtuni og ikki ganga og traðka á lundaholur.

Í fjør og í ár gangi eg ferðaleiðari fyri 500 kr/pers. Pluss gongugjald 250,- í alt 750,-. Nú selur hiking.fo hendan túrin fyri Hagastýrið fyri 400,- kr. so sjálvandi keypa fólk heldur tann túrin, tey spara 350,- kr. So eg sum lokalguide missi mítt inntøkugrundarlag. Eg gangi vanliga við 4 fólkum og onkuntíð við fleiri, tó max. við 12 pers.

Vit ganga 4 tímar og arb. fyri gjaldið og gjalda skatt av hesum og jarðeigarar fáa 250,- kr./pers. fyri at sita hendur í favn.

Vit gingu eisini ein longri túr enn tann, sum nú er lystur á hiking.fo. Nú mugu vit biða um loyvi at fara norður um portrið í bygdini og tað loyvið havi eg ikki fingið enn, ikki gott, tí eg havi selt túrin eins og í fjør, fekk ikki hetta at vita fyrr enn 30/4.
Hvar, eru ferðaleiðararnir? Hvar er fuglaverja og burðardygd?

Vaktir sum standa og krevja inn á kommunalum vegi i bygdini er tað vit hava aftur í ár, skammiligt og syrgiligt.

Føroyskar ferðaskrivstovur, sum altíð syrgja fyri føroyskum ferðaleiðarum til teirra bólkar fingu boð dagin fyri at Jósup byrjaði at sigla.

Vit, sum bjóða gisting í oynni eru ikki kappingarfør. Eg bað um at gistandi gestir, sum leggja pengar í oynni, ikki skuldu gjalda eins nógv sum eindagsturistar, hetta fyri at stuðla lokalum aktørum, men so bleiv ikki.

Sjálvandi skulu vit avmarka ferdafólkatalið til Mykines og verja fugl og seyð, men hetta er ikki mátin at gera og kunna alt so seint at onki eydnast. Gleðist um at man nú tosar um burðardygd og avmarkingar, men at koma við øllum, dagin fyri at báturin siglir hvønn dag, er ómøguligt at fáa at rigga. Hetta skuldi verið kunnað í sept. 22.

Kallurin hevur altíð syrgt fyri ferdaleiðara og tað er gott, ein tænasta, sum verjir og skipar ferðavinnuna.

Eitt gongugjald og ongin ferðaleiðari verjir onki.

Nú hevur man her kravt gjald i Mykinesi í 5 ár, hvar fara pengarnir? Her eru ongar gøtur gjørdar? Menna ferðavinnu og landbúnað og verja fugla- og djóralív, siga viðtøkurnar fyri grunnin,hvussu gera tit tað?

Eg arbeiði 12 tímar um dagin og gjaldi skatt her í oynni. Bøndurnir krevja gjald í ein grunn fyri hvat? Tí grasið grør og fuglurin flýgur? Er hetta rættvíst?

Nú er sera avmarkað gongd bara út á Rógvu, har man órógvar lundan mest og eftir eggini til portrið norðanfyri bygdina og ikki út í hagan, har man ikki órógvar lundan!Hetta merkir a ferðafólkini nú mugu ganga og keða seg í bygdini í tímavís.

Nei hetta er verri enn nakrantíð!

Eg haldi at tit skulu seta tykkum inn í tingini og koma út her ein túr.

Eg noktaði at úttala meg í Breddanum, tí eg haldi hetta krevur djúpari viðgerð enn Breddan!

Tit eru vælkomin at kontakta meg og vóni at Kringvarp Føroya kemur higar at tosa við íbúgvar, bøndur og okkara gestir her og dokumentera tað, sum fer fram.

At enda, eg verði helst ikki sædd, sum Mykinesfólk her, hóast eg havi verið her 5 ár og goldið skatt her, tað krevur tilknýti. Men eg skrivaði longu í 1997 eina verkætlan um burðardygga ferðavinnu í Mykinesi og eri sera góð við oynna og vil og havi altíð virkað fyri at verja fuglin og náttúruna her.

Skrivar Oda Wilhelmsdóttir Andreasen á Facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder