Vinna

Ocean Explorer stendur enn fastur í Eystur-Grønlandi

Tað var mánadagin at ferðamannaskipið Ocean Explorer tók botn inni á einum firði í Eystur-Grønlandi.

Mynd: KNR.gl

Mynd: KNR.gl

2023-09-13 13:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Kelda KNR:

Sjálvt um teir hava roynt at sleppa leysir við egnari kraft, so stendur skiipið enn.

Danska verjuskipið verður hjá Ocean Explorer fríggjadagin, og fer tá at royna at fáa skipið leyst.

Manning og ferðafólk hava tað gott,  eftir umstøðunum, verður sagt úr Grønlandi.

Ocean Explorer hevur ofta vitjað í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder