Vinna

Nýtt stýri í Bústøðum

Landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, hevur valt at skifta stýrið í Bústøðum út.

2022-06-24 20:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Orsøkin er vantandi stev og arbeiðslag.

Landsstýrismaðurin metir ikki, at útlit eru fyri, at umstøðurnar batna næstu tíðina og tí hevur hann valt at skifta stýrið út og velja nýggjar limir.

Fráfarandi stýrið hevur fingið boð um at tey eru loyst úr sessinum.

Landsstýrismaðurin takkar teimum fyri, at tey átóku sær uppgávuna at sita í stýrinum.

Í fráfarandi stýrinum sótu Anna Maria Joensen, forkvinna, Emmy Joensen, Una Joensen, Hans Jákup Drangastein Johansen og Regin Djurhuus Hammer.

Í nýggja stýrinum sita Regin W. Dalsgaard, Petur Even Djurhuus, Jóhanna Lava Køtlum, Henny á Líknargøtu og Teitur Samuelsen.

Nýggja stýrið fer væntandi at hava sín fyrsta fund í næstu viku, har tey millum annað fara at skipa seg við einum formanni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder