Vinna

Nýtt rækjuskip fyri Arctic Viking ið skal spara 95% av oljuútreislunum

Skipið skal hava  rullitangar/stabiliseringstangar við  turbinum í, sum verða drivnar av tí natúrliga rullinum. Tvær turbinir i hvørjum tanga.

2022-04-01 06:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


                                    Nýtt skip við kollveltandi  uppfinning


Nýtt rækjuskip fyri Arctic Viking ið skal spara 95% av oljuútreislunum

Skipið skal hava  rullitangar/stabiliseringstangar við  turbinum í, sum verða drivnar av tí natúrliga rullinum. Tvær turbinir i hvørjum tanga.

5  tangar ið eru ca 1/2 fullir hvør  sum taka  300 tons tilsamans. Í hesum tangum og við at rullifrekvensurin er ca 15 sekund skullu hesi 300 tonsini skifta síðu pr 30 sekund =  600 tons fara ígjøgnum hesar 10 turbinurnar um minuttin.

Hetta gevur umleið 5000 Kw = 9000 Hk

Skipið skal verða 22 metur breitt, hetta fyri at fáa meir kraft á streymingina gjøgnum turbinuna.

Skipið skal hava gyrostabiliseraðar finnur í gerða rull, also mótsatt tað sum verður gjørt i dag -  eitt kontrolera rull ja stutt sagt ein rullibukka

Fyritøkan GREEN IQ í Kollafyrði hevur i allari hemmiligheit gjørt hesar slóbrótandi royndir í einum Rullitanga i Týskalandi og hevur fingið World patent uppá systemið.

Játta eru 90% av stuðli til ætlanina frá einum EU grunni, og væntandi fáast hini 10% úr Føroyum

Av tí at okkara rækjuleiðir eru sera nógv  minnkaðar í fjør og í ár . Mist eginkvotu í Eysturgrønlandi , Flemis Capp og Grand Bank stong og Russiskt økið Norðanfyri 80 stongt og økið sunnanfyri 80´minnkað munandi sísta ár er man noyddur at ganga arðar leiðir.  ´´ Neyð lærir nakna kvinnu at spinna´´

Skipið skal leverast 1.apríl i 2023, tað sigur Bjarni Petersen við JN.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder