Mentan

Nýtt gólv verður lagt á í kirkjuni í Miðvági

Eingin kirkjugongd verður í Miðvágs kirkju komandi sunnudag (27. apríl), men tey vóna at arbeiðið at skifta gólvið verður liðugt í komandi viku, soleiðis at kirkjugongd verður har næsta sunnudag.

2025-04-25 21:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Stórarbeiði fer fram í Miðvágs kirkju, gólvið verður skift í allari kirkjuni. 

Arbeiðið byrjaði fyrst í hesi vikuni

Tað er Havnar Træsmiða, sum stendur fyri arbeiðinum, Tóri Nattestad frá Havnar Træsmiðju er sjálvur við, Tóri er hálvur Miðvingur, pápi hansara var av Nattestad fólkunum, Tóri arbeiðir her saman við miðvingunum Regin Poulsen, Mannbjørn Vang og Hans Jørgensen.

Viðurin til gólvið hevur Havnar Træsmiðja keypt úr Norra, viðurin er so hølvaður til og pussaður á verkstaðnum í Havn, sigast skal, at tað ið er lagt á sær sera gott út og er væl úr hondum greitt. Áðrenn teir byrjaðu at leggja nýggja gólvið á, hava teir rættað gamla gólvið av, hava skrúvð tað væl fast og síðan hólvað oman av gamla gólvinum.

Teir arbeiddu sera hugagóðir, tá ið vit vóru har í dag, vit vóna at tað verður klárt at brúka kirkjuna næsta sunnudag, men nú sunnudagin verður eingin kirkjugongd her.

Vit tóku nakrar myndir av hugagóðu arbeiðsmonnunu.

www Fólkakirkjan skrivar um Miðvágs kirkju:

Grundarsteinurin til Miðvágs kirkju varð lagdur 1. sunnudag eftir trinitatis 1948, og varð hon vígd 28. Marts 1952.

Ynski um nýggja kirkju var tó eldri enn so, tí tekningin, sum Heini Joensen, byggimeistari, á Ryggi í Miðvági - Bóndaheini - teknaði, og sum kirkjan er bygd eftir, er dagfest í mai 1930.

Sum ungur fór Heini Joensen í timburlæru í Bergen. Samstundis var hann næmingur á "Bergens teknikse Aftenskole". Hugkveikingar frá tátíðar vesturnorskum byggisniði - Jugendstílurin - eru eyðsýndar í nógvum detaljum í Miðvágs kirkju.

Alt snikkaraarbeiði varð smíðað á Miðvágs Maskinsnikkaraverkstaðið - við Gjónna - sum Heini Joensen hevði verið við til at stovnað í 1918.

Alt útskeringararbeiði gjørdi Hans Jørgensen - Hans í Skúlanum.

Langa fríggjadag 2000 varð nýggja altartalva avdúkað í Miðvágs kirkju. Tað er listamaðurin Torbjørn Olsen, sum hevur málað nýggju altatalvuna, ið avmyndar Jesus á krossinum.

Tað er tað sama evni, sum gamla altartalvan ímyndaði (flyt músina á altarmyndina). Tó var gamla altartalvan - sum er úr gomlu kirkjuni - væl minni og ikki ætla so stórari kirkju.

Á altarinum stendur ein hin viðgitnasti luturin í kirkjuni: stakin sum Beinta skuldi meiða Peder Arrheboe við.

Hóast snotuliga restaurering ber stakin enn merki eftir hendingina. Á makanum sæst einki.

Gudmundur Bruun, sum búði í Jansagerði fyrstu barnaár síni, gav kikjuni doypifuntin. Men stóra dópsfatið av messing, sum var frammanundan, stendur í honum.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]

Kirkjusóknin: Miðvágur og Vatnsoyrar.

Kirkjuráðið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder