Mentan

Nýtt frá merktu springarunum

Havstovan hevur í summar merkt springarar í trimum umførum; fimm springarar í Fuglafirði 10. juni, tveir springarar á Leynasandi 27. august, og tveir springarar í Norðragøtu 30. august. Havstovan takkar øllum, ið á ein og annan hátt hava hjálpt til við merkingunum.

2023-09-20 20:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havstovan: Frá fyrstu merkingini sendir ein springari enn, og hevur hann sostatt sent beint yvir 100 dagar. Hesin springarin fór fyrst norðurum, og haðani eystur í Hetlandsrennuna, har hann hevur verið síðan, í økinum millum Bankaryggin og Fugloyarbanka, kortini mestu tíðina í eystaru hellingini. Hinir springararnir hildu einsæris í ein landsynning, haðani ein fór vesturum, har hann var verðandi, meðan hinir hildu leiðina í Hetlandsrennuna, har sambandið slitnaði.

Teir báðir springararnir frá merkingini í Leynum fóru eisini sundur. Teir ferðaðust fyrst báðir suður móti Bankarennuni, haðani tann eini fór beina kós móti Íslandi, meðan hin fór leiðina norður ígjøgnum Hetlandsrennuna. Hesin springarin, ið sendir enn, hevur síðan ferðast á djúpum vatni sunnarliga í Norskahavinum.

Springararnir frá merkingini í Norðragøtu hava eisini víst ymisk ferðingarmynstur. Eini springarin ferðaðist við lítlari ferð norður í hellingina, og síðan aftur á Fugloyarbanka, har sendarin sløknaði, meðan hin rættiliga miðvíst hevur ferðast alla leiðina vestur móti Eysturgrønlandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder