Mentan

Nýtt foreldrafelag skal “tala fyri rættindum teirra ið eru fyri vanbýti í skúlahøpi”

Fylgjandi kunning er latin Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum. 

2023-02-14 15:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Ein bólkur av foreldrum hevur tikið stig til at stovna Foreldrafelagið Sólarljós við endamáli “at virka fyri betri skúlatilboðum sum heild í Føroyum” og at “ábyrgdarfult virka fyri at styrkja støðu og tala fyri rættindum teirra ið eru fyri vanbýti í skúlahøpi orsakað av heilsuligum, persónligum, sosialum ella øðrum avbjóðingum ið darva teirra innlæring ella skúlagongd.”

Á stovnandi aðalfundi 30. november 2022 og á fyrsta nevndarfundi 5. januar 2023 vóru ymiskar avbjóðingar sum foreldur og verjar uppliva í sambandi við skúlan viðgjørdar, og avrátt varð at felagið skal varpa ljós á nakrar av hesum yvir fyri myndugleikum og í tí almenna rúminum. Eisini skal felagið stuðla sínum limum á ymiskan hátt, eitt nú í samskifti við skúlar, heilsuverk, almennaverk og aðrar myndugleikar og tænastuveitarar.

‘Problembørn’
Eitt afturvendandi evni er sokallað problembørn’ — ymiskt bendir á at alsamt fleiri næmingar hava trupulleikar í skúlanum, viðhvørt við tí avleiðing at børn nokta at fara í skúla. Limir í Foreldrafelagnum Sólarljós meta er talan er um ein samfelagstrupulleika sum er vaksin ár um ár av tí at hann ikki hevur verið tikin í fullum álvara av skúlunum, skúlaverkinum og tess umsiting og/ella avvarðandi politiska myndugleika.

Stigmatisering og happing eru ofta partur av trupulleikanum, og hetta gerst lættliga traumatiserandi fyri næmingar og teirra foreldur og avvarðandi. Høvi til stigmatisering og happing eru ymisk,veri seg okkurt brek, sjúka, sosial støða ella annað; hvat enn talan er um, so eigur tílík framferð í størst møguligan mun at verða fyribyrgd. Ymiskt tykist vera hvussu starvsfólk á skúlum og øðrum stovnum megna at handfara slíkar trupulleikar. Hetta er tí ikki minst ein leiðsluspurningur, og vit kenna okkum ikki vís í at leiðslurnar á øllum skúlunum hava nøktandi førleikar til at møta slíkum avbjóðingum. 

Børn ið “hata skúlan” kunnu síggjast sum eitt slag av samfelagsligum sjúkueyðkenni ið  ber boð um trupulleikar sum finnast kring teirra skúlagongd. Kortini hava skúlar og almannamyndugleikar viðhvørt lyndi til at geva hesum næmingum og teirra foreldrum og avvarðandi “skuldina” fyri tær avbjóðingar teir hava. Eitt nú uppliva foreldur at spurt verður upp í saman, um enn óbeinleiðis, hvat er galið við barninum?”. Hetta kann benda á at okkurt við menniskjasýninum hjá summum av teimum ið arbeiða við børnum í skúlanum krevur bata.

Her kann eisini vera vert at samanbera skúlan og barnagarðin á onkrum økjum: skúlin tykist sum heild meira kantutur, eitt nú tá tað kemur til mørkini millum árgangir, men hvussu avgjørd eiga tey mørkini at vera? Avvarðandi politiski myndugleiki og umsiting fara vónandi at umhugsa av nýggjum hvat ið ynskilig ella endamálsrøtt javnvág skal vera millum, øðrumegin, atlitini til menningina hjá næmingunum og, hinumegin, atlitini til tann umsitingarliga bygnaðin í skúlaverkinum.

Neyðugt mótspæl
Sum foreldur og samfelagsborgarar vilja vit hartil vísa á at verandi skúlaskipan fær ov lítið av tí konstruktiva mótspæli ið annars sømir seg í einum fólkaræði. Flest øll starvsfólk sum hava við skúlan og almennar myndugleikar at gera eru lønt umvegis landsins almennu umsiting (um enn summi umvegis kommunu ella stat) og hartil skipað í stór og sterk fakfeløg, og mugu sostatt roknast sum havandi sín loyalitet í tí “systemi” tey starvast í. Hetta skapar eina skeiklaða maktjavnvág í mun til foreldur og avvarðandi at skúlanæmingum. ĺ øllum málum ella ósemjum sum stinga seg upp millum foreldur og skúlaverk ella annan almennan myndugleika ella tænastuveitara hava “systemfólk” lutfalsliga alt ov stórar fyrimunir mótvegis foreldrunum — tey eru sum túsund móti einum og at hava í lutfalli til foreldrini atgongd til at kalla óavmarkað tilfeingi; tey kunnu taka sær tíð at viðgera mál uttan at missa løn, tey hava starvsfelagar at hjálpa og stuðla sær, umframt atgongd til serfrøði um neyðugt, so væl sum alskyns útgerð og annað bæði til nyttu og til at vísa status ella styrki. 

Soleiðis verða foreldrini — hvar enn ið tey venda sær við spurningum kring skúlagongd og møguligar trupulleikar í samanhanginum — møtt av einum múri av yvirmakt.

Vit stovnaðu Foreldrafelagið Sólarljós fyri at foreldur lættari kunnu skipa seg og standa saman og harvið eisini gerast betur før fyri at geva hóskandi mótspæl har tað er neyðugt, til frama fyri skúlan og samfelagið sum heild.

Vit vilja fegin arbeiða saman við skúlum, myndugleikum og tænastuveitarum og við hjálp av felagnum geva okkara íkast fyri at betra og menna tey skúlatilboð sum finnast í Føroyum. Hetta ætla vit at gera gjøgnum samskifti og upplýsing bæði innan og uttan fyri tað almenna rúmið, har vit m.a. fara at vísa á ymiskar avbjóðingar og eisini møguligar loysnir. 

Umframt tað vit longu hava nevnt, fer virksemið hjá felagnum at snúgva seg um eitt vítt umfang av spurningum viðkomandi fyri okkara limir og okkara endamál — frá spurningum kring raðfesting av almennum játtanum til hvat ið kann gerast fyri at fáa eina betur virkandi sernámsliga ráðgeving; frá rættartrygd í mun til heilsuliga og sosiala støðu hjá skúlanæmingum til spurningar um hvat ST sáttmálin um barnarættindi inniber og hvussu hann verður hildin ella brotin í Føroyum.

Øll foreldur at og verjar hjá skúlanæmingum eru vælkomin at tekna seg sum lim í felagnum. Meira fæst at vita á solarljos.fo. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder