Vit hava sæð ein óvanliga vøkstur av fólki, sum ynskja at gera íløgur. Vøksturin hevur serliga verið høgur millum ungu ættarliðini og ung fólk, sum fara undir at gera íløgur fyri fyrstu ferð.
«Vit leggja stóran dent á at bjóða okkara kundum sjálvvirkandi loysnir, sum eru framkomnar, vælvirkandi og lættar at handfara. Nýggi íløgupallurin er eitt stórt framstig og gevur okkara kundum munandi fleiri møguleikar í mun til ta loysnina vit høvdu frammanundan, samstundis sum hann er lættur at finna runt í», sigur Sverri L. Justinussen, leiðari á Markets í Betri Banka. Hann minnur samstundis á at «brúka vit og skil, nú eitt framkomið amboð er tøkt».
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald