
– A slippery slope fyri sovorðnar typur sum meg at koma til Føroya…
Soleiðis sigur vestmenningurin Róin Siggertsson millum annað í nýggja dokumentarfilminum, ið hevur heitið “Róin – Spælimaðurin við heimsins enda”.
Í filminum fylgja vit Róin Siggertsson í hansara roynd at flyta heim aftur til Føroya aftaná næstan 30 ár í Danmark.
Tað er tó ikki lætt at flyta heim aftur. Hann endar í einum yvirforbrúki av bæði øli og recept-heilivági, og umhugsar tí kraftigt at fara niður aftur.
Men so hendir tað óvæntaða – hann skal vera pápi. Eitt vegamót, sum krevur, at hann má broyta lívsstíl.
Leikstjóri er Pætur H. Evensson, og hann hevur fylgt Róin síðan 2021.
Gorm Just hevur klipt, meðan Ólavur Jákupsson hevur komponerað og gjørt ljóðmyndina. Filmurin er framleiddur av Kykmyndum við Jón Hammer sum framleiðara.
Eitt sermerkt við filminum er, at meginparturin av tónleikinum er eftir Róin “roWan” Siggertsson sjálvum – og talan er um fleiri løg, sum ongantíð eru komin út.
“Róin – Spælimaðurin við heimsins enda” verður frumsýndur hin 11. mars klokkan 19:45 á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn sum partur av filmfestivalinum Nordatlantiske Filmdage.
Aftaná filmin verður prát á skránni við leikstjóra og framleiðara, og eftir hetta bjóðar Sendistova Føroya í Keypmmanahavn til okkurt leskandi.
Til ber at lesa meira og keypa atgongumerki HER.
Umframt sýningina í Keypmannahavn verða tvær sýningar í ávikavist Århus og Aalborg:
Århus: 15. mars klokkan 16:30 í Øst for Paradis.
Aalborg: 16. mars klokkan 13:30 í Biffen.
Til ber at keypa atgongumerki her: https://www.nordatlantens.dk/da/arrangementer/2025/filmdage/r%C3%B3in-nordatlantiske-filmdage-2025/
Facebook-tiltakið til frumsýningina er her: https://www.facebook.com/events/1142059124066219
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald