Bóklingurin, ið er framleiddur í tøttum samstarvi við Fólkakirkjuna og kunningarstovurnar, greiður lesaranum frá føroysku kirkjusøguni og teirri serstøðu, kirkjan og kristindómur hevur havt fyri føroyska samfelagið.
Endamálið við bóklinginum er at seta sjóneykuna á føroysku kirkjuna sum stað, sum er vert at vitja, og at gera tað lættari hjá vitjandi, útlendskum eins og føroyskum, at fáa innlit í kirkjurnar og teirra søgu. Eisini verður víst á siðvenju og hvussu tú bert teg virðiliga at í kirkjunum.
Umframt yvirskipaðar lýsingar um trúgv, byggilist o.a., verða ellivu útvaldar kirkjur í Føroyum lýstar nærri. Hesar ellivu eru valdar, tí tær hava fastar upplatingartíðir. Bóklingurin er nevniliga ein roynd at gera kirkjurnar meiri atkomiligar. Í bóklinginum er eisini eitt kort, ið vísir, hvar allar 62 kirkjurnar í Føroyum eru.
Endamálið við bóklinginum er sostatt bæði at fáa søgurnar um kirkjur og trúgv meiri fram í ljósið, men eisini at breiðka úrvalið av tilboðum og upplivingum, sum eru atkomilig í Føroyum, ikki minst mentanarligum upplivingum, ið eru tøkar alt árið.
Bóklingurin, ið er framleiddur í føroyskari og enskari útgávu, er ókeypis og verður at finna á kunningarstovum og aðrastaðni, har nógv fólk vitja.
Til ber eisini at fáa prentað eintøk við at venda sær til Visit Faroe Islands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald