Vinna

Nýggjastu sethúsaprísirnir

Seinastu árini hava vit bara sæð miðalprísin fara ein veg - og tað er upp. Gongdin hevur verið tann sama fyrra hálvár í ár, men ábendingar eru nú um, at gongdin møguliga broytist komandi tíðina.

2022-09-05 16:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

BETRI: «Hóast miðalprísurin fer uppeftir vísir tað seg hjá okkum, at flestu fólk eru vorðin meira varin. Tað er allarhelst grundað á rentuhækkingar og prísvøkstur seinastu tíðina. Sostatt er ikki óhugsandi, at sethúsaprísurin fer at javna seg ella lækka komandi tíðina», sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim.

Miðal sethúsaprísir fyri fyrra hálvár 2022

Í miðal kostaðu eini sethús í Føroyum 2,7 mió. krónur. Ein hækking á 20%, samanborið við 1. hálvár 2021.

Í Havn kostaðu eini sethús 3,9 mió. Tað er ein hækking á 11%, samanborið við 1. hálvár 2021.

Miðal sethúsaprísurin í Eysturoynni var 2,3 mió. og í Klaksvík 3 mió. Tað er ein hækking á ávíkavist 25 og 41%. Tølini fyri Eysturoynna og serliga Klaksvík skulu takast við tí fyrivarni, at lutfalsliga fáar sølur hava verið í hesum tíðarskeiðnum og nakrar einstakar sølur hava hálað miðalprísin upp.

[object Object]

Hvat merkir hetta?

Hækkandi bústaðarprísir hava við sær, at tað gerst dýrari at fíggja ein bústað, og tí er bústaðarbyrðan vorðin tyngri. Tað merkir, at ein størri partur av lønini fer til at fíggja bústaðin.

Bústaðarbyrðan fyri Føroyar var 23% í 2021. Nú er hon komin upp á 26%. Bústaðarbyrðan í Havn er hækkað frá 34 til 36% sama tíðarskeiðið.

Bústaðarbyrðan í Eysturoynni og Klaksvík var ávíkavist 19 og 22% í 2021. Nú er hon 23 og 29%. Sum við sethúsaprísunum skulu tølini fyri Eysturoynna og Klaksvík takast við fyrivarni.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder